Jóannes og Eggaba aftur best

Jóannes Poulsen og Eggaba Andreasen vísti enn einaferð, at teir eru bestu bogaskjúttarnir í Føroyum í løtuni, tá Bogaskjótifelagið Ørvur um vikuskiftið skipaði fyri kapping í Runavík.  

 

Níggju skjúttar vóru møttir til kappingina, seks í compound og tríggir í recurve.

 

Enn einaferð var tað Jóannes Poulsen úr Ørvi, sum stóð seg best í innskjótingini í compound, tá hann fekk 587 stig. Nikkel Petersen úr Ørvi fekk 584, Kaj Johannesen úr Ørvi 572, Jógvan Niclasen úr Tambar 562 stig, Anja Eydnudóttir úr Vágaskot 559 og Rakul Dam úr Tambar 534 stig.

 

Í kvartfinaluni vann Kaj Johannesen 144 – 134 á Rakul Dam, meðan Jógvan Niclasen vann 142- 140 á Anju Eydnudóttir.

 

Seminifinalurnar gjørdust sera spennandi. Kaj Johannesen megnaði akkurát at knúgva Nikkel Petersen 144 – 143, men hin semifinalan gjørdist upp aftur meiri spennandi. Hon endaði við javnleiki 144 – 144, so tá máttu Jóannes Poulsen og Jógvan Niclasen út í shoot-off. Tá skjóta teir ein og ein píl og hesaferð var Jóannes stinnari og vann 10-9.

 

Nikkel Petersen vann bronsufinaluna 143 – 139 móti Jógvani Niclasen, meðan Jóannes Poulsen vann 146 – 140 á Kaj Johannesen og vann tí gull.

 

Í recurve var Eggaba Andreasen úr Vágaskot í einum flokki fyri seg í innskjótingini, tá hann fekk 526 stig. Sirið Rein úr Tambar fekk 483 stig, meðan Jógvan Petersen úr Ørvi fekk 458 stig.

 

Í semifinaluni vann Sirið Rein 6 – 4 móti Jógvani Petersen, men í finaluni var Eggaba Andreasen ov stinnur og vann 7 – 3 móti Sirið Rein.

 

Næst á skránni hjá bogaskjúttinum verða FM-kappingar hjá børnum/ungum á 12 metra frástøðu og vaksnum á 18 metra frástøðu. FM-kappingarnar vera skotnar í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági leygardagin 17 mars, har børn/ung skjóta fyrrapart og vaksin seinnapart.