Jóannes Nolsøe á konsertferð

Orgulkonsert í Fuglafjarðar kirkju týskvøldið 11. juni kl 20:00

Jóannes Nólsøe fer at hava fýra orgulkonsertir í næstum í Føroyum. Tann fyrsta verður í Christianskirkjuni leygardagin 9. juni kl. 16:00, Fuglafjarðar kirkju týsdagin 11. juni kl. 20:00, í Vesturkirkjuni hósdagin 13. juni kl. 20:00 og í Vágs kirkju sunnudagin 16. juni kl. 16.
Jóannes tók læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1967, var lærari í mong ár í Kommunuskúlanum í Havnini og í Vágs skúla. Hann var á málskeiði í Týsklandi 71- 1972, ársskeiði á DLH 76 - 77 í sangi og tónleiki, organistur í Havnar kirkju frá 70 - 1983, Vágs kirkju 83 - 97, á tónlistaskúlanum í Trondhjem 89 - 1991 og organistur í Hulsig kirkju og hjálparorganistur í Skagens kirkju frá 1997.
Konsertkrá:
J. S. Bach (1685-1750): Præludium, G-dur

César franck (1822-1890):Fantaisie, C-dur op. 16

D. Buxtehude ( 1637-1707):Vit halgan anda
biðja núPræludium, E-dur
(BuxWV 141)

W. A. Mozart (1756 - 1791):Andante,
F-dur (K 616)

H. J. Højgaard (1904-1992):Á morgni árla vit
Guði lova
J. Waagstein (1879-1949)Signaða sól
J. Waagstein:Vár við lýggjum vindi
J. Waagstein:Tíðin rennur sum streymur á

J. S. Bach (1685-1750):Præludium og fuga,
G-dur (BWV 541)
Jens Mortan Mortensen setti tey føroysku løgini hjá H. J. Højgaard og Jógvan Waagstein út fyri orgul.