Komandi sunnudag, 28 februar, verður ein serstøk tónleikaframførsla á Tjópalli Føroya. Talan er um bólkin "Christian Vuust Dynamo" sum í løtuni eru á norðurlendskari konsertferð í Føroyum, Danmark, Svøríki og Íslandi. Konsertin er ein samanrenning millum jazz, skaldskap og videomyndlist.
Á konsertferðini fer bólkurin at spæla a saman við nøkrum av bestu skøldum í Norðurladnahum. Skaldið, Peter Laugesen, er ein partur av grundstammuni í bólkinum og er hann við á øllum konsertunum. í Íslandi fer t.d Einar Már Gu?mundsson at verða við. Í Føroyum Jóannes Nielsen og í Svøríki er tað skaldið Jörgen Lind.
Christian Vuust Dynamo er ein danskur tónleikabólkur við fimm sera viðurkendum jazzónleikarum. Men tað er ikki einans jazzur, tey kalla hetta eina samanrenning millum "jazz and poetry-digter par excellence", við skaldinum Peter Laugesen og videolistakvinnan, Iben West. Tónleikarnirí Dynamo eru: Christian Vuust, tenorsaxofon og kompositión; Jakob Buchanan, flygelhorn og trompet, Jakob Bro á gittar , Nicolai Munch-Hansen á bassi og Jeppe Gram á trummum..
Fyrsta fløgan hjá Christian Vuust Dynamo"Strøm" kom út í 2009. Henda fekk sera jalig ummælið. ”Stemningsmættet intenst” skrivaði jazznyt.blogspot.com. ”Dynamoer i stærk strøm” stóð í Århus Stiftstidende. Samstarvið millum Vuust og Laugesens kundi borið heiti nýmótans "jazz and poetry".
Tá ið Peter Laugesen letur síni orð smella inn í tónleikin, er kenslan heilt serlig og frumkend. Tað snýr seg um ein serligan orginalan danskan yrkjara, sum við síni eyðkendu rødd megnar at smelta inn í tónleikin og rútmurnar, bæði tá ið tað snýr seg um orð, temposkiftið, harmonisering og rútmui.
Limirnir í bólkinum hava tilknýtið til ymsikar genrur t.d. jazz, rocki og elektronika,. Onkur spældir t.d. við Bill Frisell, Steffen Brandt, Pauseland, Marilyn Mazur og Nikolaj Nørlund.
Sagt verður at bólkurin Dynamo hevur eina opna og frælsa tilgongd til jazzin. Videolistakvinnan Iben West ger konsertupplivingina enn størri við sínum livandi kolasjum, ið verða sýndar á løriftið á pallinum. Iben West arbeiðir m.a. saman við Nephew og Sorten Muld.
Gleði tykkum til eitt heilt serligt sunnudagin, kl. 16.00 á Tjóðpallinum