Í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar í dag saman við Sosialinum, er samrøða við Atla Gregersen, ið er nýggur liðskipari á landsliðnum. Har fortelur hann millum annað, at hansara stóra fyrimynd er Jóannes Jakobsen, sum í dag er hjálparvenjari á landsliðnum.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Í blaðnum er eisini upptakt til landsdystin, har ÍtróttarSosialurin gitar liðið og hyggur nærri at Fróða Benjaminsen, ið ger ”Comeback”.
Les eisini um U21 landsliðið, sum er í Aserbadjan og hevur trupulleikar á miðvøllinum. Um KÍ kvinnurnar, ið er steypavinnarar sjeyndu ferð upp í slag. Les eisini um talvlandsliðið, gullhjúnini í dart og um stórsteypadystirnar í hondbólti.