Samfelagsbúskapur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fíggjarmálum eru ikki so fáar, nú kjakið um búskapin, fíggjarlógir, útreisðluvøkstur og inntøkuminking er við tað heitasta.
Serliga hava fleiri verið frammi í ymsu miðlunum og sóknast eftir at nakrar loysnir koma úr Fíggjarmálaráðnum.
Nú sigur Jóannes Eidesgaard, ið varðar av fíggjarmálum, at loysnirnar eru á veg.
- Fíggjarmálaráðið arbeiðir við hátrýsti upp á eitt mál til samtyktar, sum kemur í mai, og sum skal definera karmarnar fyri komandi árini. Í tí sambandi hava vit biðið Landsbankan um frágreiðingina, sum kom í gjár, sum eitt input, saman við fleiri øðrum inputtum, tí vit mugu finna útav hvar á leið útreiðslurnar komandi árini koma at liggja.
Súrt og søtt
Loysnirnar, sum koma í mai, verða ikki allar líka søtar. Tað staðfestir fíggjarmálaráðharrin.
- Eg arbeiði við eini bukett av tiltøkum, har nøkur ting eru øgiliga søt, og har onnur eru øgiliga súr. Tað er tíð til at allir politikarar og politiskir flokkar gera sær greitt, at áðrenn tú bítur í tað søta, má tú eisini hava bitið í tað súra.
Hann leggur eisini dent á, at tað eru ikki tær løttu loysnirnar, sum bjarga okkum, og at tað mugu munandi størri inntriv til.
- Men eingin støða er so ring, at hon ikki er gott fyri okkurt. Vit hava havt eitt strukturellt hall á almennu útreiðslunum í nøkur ár, og tað hevur verið ein trupul støða hjá okkum at loysa. Nú sær kanska út til at vit fáa loyst henda trupulleika, sigur Jóannes Eidesgaard.
Búskaparráðið liggur lamið
Meðan kjakið um búskapin og fíggjarlógir er við tað heitasta, er ein tann mest umráðandi ráðgevandi stovnurin hjá landsstýrinum, Búskaparráðið, óvirkin. Tað liggur nevniliga á tingborðinum enn.
- Vit arbeiða við at broyta bygnaðin í Búskaparráðnum, soleiðis at tað kundi styrkjast. Men tað málið liggur í nevnd í Tinginum enn. Tað er ikki virkið í løtuni, og tí mugu vit hella okkum til aðrar indikatorar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur tó dent á at teir arbeiða við at fáa tað upp á beinini aftur beinanvegin, tí sum hann sigur, so er tað sera umráðandi í hesum tíðum at fáa alla tað ráðgeving, ein kann fáa.