Jóannes Lind úr Æðuvík til minnis

Munnu tjøldrini fram við vegnum til Æðuvíkar fara at sakna Jóannes Lind, tá ið tey koma heim aftur á Grækarismessu ella har á leið? Jóannes saknaði tjøldrini um veturin og á hvørjum ári gramdi hann seg um at tey blivu færri og færri. Og tað sama var við ternunum hóttandi yvir høvdinum og lógvunum undir bakkunum. Hann helt, at alt broyttist og náttúran broyttist og hann sjálvur eisini.
Jóannes telur ikki fleiri tjaldursreiður og hann gongur ikki longur og undrast í náttúruni, sum var hansara ytri heimur og bara eitt mikrokosmos í mun til tann víða heim, sum lá aftanfyri hansara pannu og djúpt inn í sálini, inni í honum sjálvum, har bæði Gud og profetarnir og sjálvasti hin versti huseraðu í bestu foreining. Og soleiðis er eitt heilskapað menniskja.
“Kreftin kemur innan í frá, skal eg siga tær, tað segði mamma altíð,” segði Jóannes, fyrstu ferð eg hitti hann soleiðis rættuliga upp á tvey mans hond. Hetta vóru tey allarfyrstu orðini, hann segði við meg. Tað var á eini sjúkrastovu á B6 á landssjúkrahúsinum í februar mánað í 2002 og hvørgin var komin av fríum vilja. Og vit vóru ikki sjúkari enn so, at vit kundu práta og tað gjørdu vit. Tað var farið um midnátt og prátið gekk framvegis og klokkan var vorðin fýra, og enn sprellaði tungan, sum ein kimilig slanga, aftanfyri hondstoypta tanngarðin, sum hevði hug at detta niður viðhvørt.
Nú linkaði gamli, fall í djúpan larmandi svøvn og í løtum helt hann ondini so leingi, at eg helt, at nú vóru boð eftir honum. Og soleiðis var ikki. Har var ongin líggi at hóma og ongin skuggi ella kappi og knappliga brast á aftur sum hvøllasta eystanbrim niðri á helluni í Æðuvík, og eg visti, at Jóannes enn var á lívi, hansara løta var ikki komin.
“Kreftin kemur innan í frá og eg havi havt hana sum barn. Mamma lærdi meg at liva við henni og kreftin er har og hon ger einki.” segði Jóannes, tá ið havragreyturin var niður um komin og hann setti seg vælhýrdan í songina at práta við sukurmolanum millum varrarnar og rúkandi kaffi á náttborðinum.
Forholdið til toftamenn var so sum so og forstandaraskap í heilatikið hevði hann ikki so nógv til yvirs fyri.
“Tað er alt mín slekt á Toftum veitst tú í móðurætt og man má vera góður við sína slekt, man velir hana ikki sjálvur, mann kann siga, at tú arvar hana, segði Jóannes og hevði ikki hug at práta meira um toftamenn og allar skyldmenninar har.
Hann situr og grunar og veit ikki heilt hvønn vegin prátið skal fara. Og nú lýsnaði hann í andlitinum. Brosið gerst sjónligt, eygnabrýrnar lyftast og strekkja seg niðarlaga á pannuni sum tveir bogar og hárið í vangunum dandar við. Blonku eyguni dýpast og skyggja grá, hann grunar og hann gerst sælur og setningurin kemur spentur og kvikliga út um varrarnar, meðan tungan stýrir øllum innanfyri. Og alt hetta maskinarí fer í gongd, uttan at Jóannes nýtist at stýra nøkrum. Hetta hendir bara av sær sjálvum, tí Jóannes hevur fingið ein tanka og vil, at hesin tankin skal hoyrast sum ein setningur í svingandi ljóðbylgjum í luftini aftur við mínum oyrum. Hann veit ikki hvussu tungan og varrarnar bera seg at við at fáa setningin sagdan, líka so lítið sum hann veit hvussu kemiska verksmiðjan niðri í maganum nú umgerð havragreytin til óteljandi føðsluevni, sum tær óteljandi milliardirnar av kyknum í mannakroppinum hava tørv á. Jóannes og vit øll onnur duga bert sjálvi at stýra einum brotparti av øllum tí vit eru. Restin hendur av sær sjálvum. Vit anda ikki, vit sodna ikki, vit pumpa einki blóð. Tað hedur bara uttan at vit rætta hondina frá síðu.
Og sálin, tað vit veruliga eru, har sjálvasti Gud býr í hvørjum einstøkum av okkum, tann partin kenna vit slett ikki og halda okkum skeivt vera nakað heilt annað, ein forgeingiligur kroppur. Jóannes hevur ongantíð verið so livandi, sum júst tann dagin, hann var borið til gravar og deyðin er ikki til og hevur ongantíð verið tað. Hann er bara eitt skiftið í ævinleikanum.
“Tú veitst, slektin kemur ikki bara einastaðni frá, sjálvt um eg var ógvuliga góður við ommu á Toftum. Eg havi eisini slekt úr Gøtu og á Viðareiði og ikki minst í Svínoy, har pápi var ættaður. Tey kenni eg ikki so væl, tað ger einki, vit eru í familju allíkavæl. Og tey á Toftum, tey hava vit altíð.
Nú er stovugongd og Jóannes er í hørðum orðadrátti við yvirlæknan. Hann kann góðtaka av heilum hjarta og uttan andstøðu, at hann hevur fingið gamlamanna sukursjúku, men sukurmolanum aftur við kaffi vil hann ikki sleppa. Hann vendur sær móti mær og kveitir ilsliga aftur um seg, meðan læknin fer út.
“Kaffi uttan sukurmola, hvat hugsar hann fyri sær, hasin doktarin? Eg skal hava tveir molar, eg drekki ikki kaffi uttan tveir sukurmolar, og harvið verður tað.”
“Mær hevur altíð dámt so væl søtt, men alt við máta, hóast vit øll snýta eitt sindur, kanska doktarin eisini.”
Okkara vegir hittust aftur í Runavík nøkur ár seinni. Har fór hann svingandi kálvaknýggjaður við knøunum eitt sindur saman eftir vegnum við Brotið, har hann gekk til handils. Ein beriposi hekk í báðum hondunum afturi á lendunum og niðureftir. Hann gekk hyggjandi eitt sindur á skák upp í loft og blídni var framvegis í eygunum. Eg hitti hann, koyrdi hann til Æðuvíkar onkuntíð. Ì summar bleiv tað til eina samrøðu, til eina blaðgrein í barnaheimi hansara í Æðuvík. Vit vóru væl.
Hann skuldi ein harmonikutúr við Norrønu í summar og har skuldi hann hava ein drink pyntaður við eini pappírsparaply. “Men grúuliga lítið av sterkum í,” legði hann aftur at. “Eg havi ongantíð verið brennivínsmaður og eg vil siga ja, mær dámdi sum ungur ein sopa eins og hinir.” Um hann hoyrdi harmoniku í summar veit eg ikki, men innan í sær sjálvum hoyrdi hann tónleikin frá undanfarnum ferðum við Norrønu. “Mær hevur altíð dámt so væl harmoniku og eg vil siga musikk og sang.”
“Kreftin kemur innan í frá segði mamma. “ Og nú er kreftin komin út. Fyri fáum vikum síðani var Jóannes Lind lagdur inn á landssjúkrahúsið. Fólk, sum høvdu vitjað hann søgdu, at hann var ikki til at kenna aftur, so nógv eldur var hann seinastu dagarnar. Hann var inni á Ellis og Røktarheiminum og vendi og fór síðan aftur á Landssjúkrahúsið. Hann sløknaði í vikuni 76 ára gamal og er nú á víðari fløtum, har meira samljóð er millum hansara blíða sinni og veruleikan. Og heldur ikki Jóannes Lind livdi til fánýtis og hann ríkaði eisini mítt lív og tað takki eg honum fyri.
----------
Jústinus Leivsson Eidesgaard