Jóannes Lambaa reisti konuni stórbæran stein

Ein av teimum mest stórbaru steinum í gamla kirkjugarði er yvir Poulinu Sofíu Lambaa. Innskiftin bendir eisini á, at henda kvinnan hevur verið høgt mett, og tað var hon eisini.

Poulina Sofía var ættað úr Funningi. Hon kom til Havnar at arbeiða á eini embætisskrivstovu. Her hittir hon tann 13 ár yngra Jóannes Lambaa, og tey gerast góð. Hvussu var og ikki við skúlaskapi hjá honum sigst, at Poulina lærdi Jóannes at lesa og skriva.

Poulina var 32 ár, og Jóannes var 19 ára gamal, tá ið tey fáa fyrsta barnið. Hetta var Knút Lambaa, sum gjørdist kendur sum sjómaður og seinni sum handilsmaður í Havn. Hann giftist við Onnu, dóttir Ellu og Byrger Samuelsen, sum verða umrødd í hesi røð um tvær vikur.

Sagt verður um Poulinu, at hon var eitt sjáldsama gott fólk.

Umframt Knút fingu tey hesi børnini:

Petru , sum giftist til Vágs við Jógvan Toftum. Hon hevur møguliga verið í Vági eina tíð, men táið børnini fóru í skúla, fluttu tey til Havnar.

Olaf, giftist við Onnu Frederikki, einkjuna eftir Sam Olsen.

Josefina, giftist við Hanus Simonsen úr Skálavík. Hann var ein kendur skipari í síni tíð. Ein sonur hansara er 92 ára gamli Jóannes Simonsen, sum var kendur sum skrivstovustjóri á Fiskasøluni. Hann er ein av keldunum til hesa grein.

Johanna Poulina Sofía Jovina Henrietta, vanliga kallað Hannelina. Hon var sjónveik og fór niður, har hon giftist við einum dana.

John, sum doyði 2 ára gamal.

Við teirri 28 ár yngri Angeliku Sofíu Malenu f. Jacobsen úr Kaldbak fekk Jóannnes sonin Ólavur, millum annað kendur sum formaður í Ítróttarsambandinum. Tað vóru 37 ár millum beiggjarnar Knút og Ólav, og tað vóru 41 ár millum konurnar hjá Jóannes.

 

Jóannes var ein brandur

 

Meðan tað ikki er so nógv, sum beinleiðis kann sigast um Poulinu, so kann meira sigast um mannin Jóannes. Men tað er eingin ivi um, at aftanfyri ein so virknan mann hevur eisini verið ein góð kona.

 

Jóannes Lambaa var føddur í Fuglafirði 6/7-1871, sonur Óla Lambaa og konuna Petru, fødd Jacobsen. Tað var tí misvísandi at kalla hann Lamba Jóannes.

Jóannes misti pápan sum smádrongur. Pápin gekk sjálvur níggjundi burtur í 1879 við báti, sum var farin til Klaksvíkar í handilsørindum. Tá fór Jóannes til Miðgerðar í Kollafirði, haðani mamman var ættað, at vaksa upp.

Jóannes var tey fyrstu árini til skips við Jens í Dali og tók hann eisini skiparaprógv í 1895 hjá Jens.

Jóannes var uppi í felagnum A/S Fosaafelagið í Vestmanna, sum keypti sluppina ”John Brown” úr Onglandi. Hana førdi Jóannes í trý ár. Hann legði nógv fyri og førdi mangan góðan fongin heim. Tað kom altíð róp í, tá ið ”John Brown” kom inn á Vestmanna og fólk ivaðust ikki í, at veiðan var góð.

Tað kom tí illa við, táið Lamba Jóannes lat hetta skip frá sær og fór at føra skip suðuri í Havn.

Í 1900 fekk hann ”Streymoynna” hjá Oyggjafelagnum at føra og hevði hann hana til 1904. Hann var staddur á Seyðisfirði við Streymoynni 20. september 1900, tá ið ódn herjaði um alt Norðuratlantshavið. Hann bjargaði Streymoynni frá at fara á land við at seta segl og halda út av fjørðinum. Fyri hetta fekk hann heiðursgávu frá tryggingini. Annars var bæði skipa- og mannskaði á Seyðisfirði hendan dagin. Tá fórust tveir føroyingar, Dánjal Jespersen út Hovi og Erik Lávus Johannesen frá Gjógv, sum vóru við Royndini Fríðu.

Í 1905 førdi Jóannes ”Sandoynna”, og í 1906 førdi hann ”Hurricane” hjá Poul Johannes Joensen, “gamla skipara” frá Gjógv.

Sama árið keypti Jóannes sluppina ”Spurn” frá skiparanum Anthon Jørgensen og handilsbetjentinum Carl Bærentsen í Havn. Hann førdi hana til hann legðist uppi.

Í 1920 seldi hann skipið til sonin Olaf Lambaa og versonin Hanusi Simonsen av Brúnni í Skálavík.

 

Gjørdist handilsmaður

 

Jóannes legðist uppi í 1918 og sama árið fekk hann handilsloyvi. Hann byrjar at handla á horninum Sverrisgøtu/Tórsgøtu 3. august 1920 undir navninum Fa. “J. Lambaa.” Sonurin Olaf gjørdist næsti maður hansara.

Her kom Jóannes at uppbyggja ein stóran handil og handlaði hann har, til einaferð undir krígnum, tá hann leigaði handilin út.

 

Í teirri tíðini í 1920-unum var Tórsgøta høvuðsgøtan í Havn. Mjólkabátarnir løgdu til bryggjuna í Vágsbotni. Tað, sum kom uppá land har, kom at ganga gjøgnum Tórsgøtu. Handilin í Tórsgøtu var tí ein miðdepil hjá bygdafólki, sum komu til Havnar. Um tað ikki var fyri at keypa, so komu tey kortini inn at goyma ferðagóðsið.

Úr øllum grannabygdunum Hoyvík, Hvítanesi, Kaldbak, Norðadali, Syðradali, Velbastað, Kirkjubø, Hesti, Koltri og Nólsoy komu. Higar komu stórar gongur av seyði, sum Jóannes fletti. Okkurt árið kundi vera upp í fleiri túsind seyðir, og turkaði hann eisini nógv til skerpikjøt.

Hann tók eisini ímóti oksum bæði úr Mikinesi og av Víkunum.

Sum tann framburðsmaður hann var, hevði hann eisini áhuga fyri landbúnaði. Trøð hansara uppi í Hoydølum var gott prógv um hetta. Í árunum undan krígnum var á hvørjum ári hoyggjað tvær ferðir á trøðni hjá Jóannes, og tað man vera sjáldsamt í Føroyum.

Sjógvin gloymdi hann ongantíð. Knút Wang arbeiddi hjá Jóannes. Hann greiddi frá í minningarorðum um Jóannes, at tað fyrsta hann spurdi um, tá ið Knút kom, var hvørjum skipi, hann hevði verið við, hvar teir høvdu roynt, hvussu nógv hann hevði á snøri, hvussu fiskiskapurin hevði verið og so framvegis.

 

Sjálvstýrismaður uttan himpr

 

Í politikki var hann sjálvstýrismaður uttan himpr, sum tað verður sagt, og hann var vinmaður Jóannes Patursson. Hann var undangongumaður at draga ”Merkið” á stong. Hartil var Jóannes tiltikin vertskapsmaður, bæði røðari, kvøðari og yrkjari. Tíverri er einki, sum hann hevur yrkt, til skjals. Bestur var hann, tá hann fekk drunnin í hondina. Skemtiørindini raplaðu frá honum. Ongantíð var hann teptur, ongantíð trutu honum orð og sera væl rímaði. Tann, sum var so heppin at hoyra hann yrkja um drunn, gloymdi tað ikki.

Jóannes doyði 16/3-1950.

 

Høvuðskeldur:

Johan Restorf Jacobsen og Páll Nolsøe

 

 

Komandi partur

 

Tann 1. august verður ættarstevna hjá Simonsenættini í Hoyvík. Komandi tveir partar verða um teirra ætt