Jóannes kann játta tríggjar borgarstjórar

Fleiri fólkavald umboð kunnu eftir øllum vera í starvi hjá Tórshavnar kommunu. Um Jóannes Eidesgaard broytir eina kunngerð

Í løtuni er tað ein kunngerð um samsýning, ið forðar fyri, at Tórshavnar kommuna kann løna nevndarformonnunum hægri, soleiðis at teir kunnu starvast í fullari tíð hjá kommununi. Hetta er tó eitt mál, sum Jóannes Eidesgaard fer at hyggja uppá.

Í gjár kom fram, at tað sambært kommunstýrislógini er ólógligt at hava fleiri borgarstjórar í einari kommunu í Føroyum. Heldur ikki ber til, at nevndarformenn fáa fulltíðar løn, tí sambært kunngerðini um samsýning til nevndarformenn, kunnu teir tilsamans bert vinna helvtina av tí borgarstjórin ger.

- Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna hjá kommununi. Sum er, kunnu samlaðu útreiðslurnar til nevndarformenn bert vera helvtin av lønini til borgarstjóran. Tí ber tað ikki til, at seta fleiri borgarstjórar, sigur Hilmar Høgenni. Hinvegin er tað soleiðis, at lønin til nevndarformenn er avgjørd í eini kunngerð, sum fíggjarmálaráðið umsitur.


Fara at hyggja uppá tað

Fíggjarmálaráðharrin er í løtuni staddur uttanlands, og hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málið.

- Mítt svar er her og nú, er at tað er nakaðm eg fari at seta meg inn í. Eg kundi hugsa mær at vita, hví mann skal løna fleiri fólkum í Tórshavnar kommunu júst nú. Men her og nú kann eg ikki siga nakað sum, hvat mann fer at gera. Tað er sjálvandi ein góð hugsan, at mann skal løna fólki fyri arbeiðið tey gera, men málið virkar meira komplekst. Tí fari eg at seta meg inn í málið, so fáa vit at síggja, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at mann kundi gingið ynskinum hjá Tórshavnar kommunu á møti, og av tí talan bert er um eina kunngerð, ið skal broytast, so kann ein loysn, um neyðugt, finnast áðrenn 1. januar, tá nýggja býráðið í høvuðsstaðnum tekur við.

Jóannes Eidesgaard metir, at ein mann ikki skal skunda nakað ígjøgnum, og tískil er tað eitt mál mann skal taka upp, og ikki nakað mann skal gera óumhugsað.