Dysturin millum Danmark og Føroyar 10. oktober í 1990 í Parkini endaði við 4-1 sigri til Lars Olsen og hansara menn. Nú hevur Fótbóltssambandið boðað frá, at liðskipararnir tann dagin skulu saman standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum komandi tvey árini.
Jóannes Jakobsen hevur í nógv ár stýrt føroysku landsliðsverjuni og mangan hevur hansara góða fótbóltsskil hildið mótstøðuliðnum frá at skora. Nakað tað sama kanst tú siga um Lars Olsen, sum somuleiðis hevur verið stýrimaður í verjuni hjá millum annað Brøndby, FC Basel og danska landsliðnum.
Aftur til tað danska
Síðani føroyska landsliðið kom við í altjóða fótbólt hava vit havt tveir danskar venjarar. Allan Simonsen tók við eftir Pall Guðlaugsson. Síðani tók Henrik »Store« Larsen við sum venjari. Síðani komu nøkur ár við Jógvan Martini Olsen og tvey tey seinastu hava við havt Brian Kerr.
Nú hevur Fótbóltssambandið á triðja sinni valt ein danskan landsliðsvenjara, men Jóannes Jakobsen metir ikki tjóðskapin hjá Lars Olsen hava nakran týdning.
– Onkur sjónarmið eru at hetta líkist ov nógv tí vit hava havt við fleiri donskum landsliðsvenjarum, men hóast teir eru uppaldir í sama systemi, so eru vit sum menniskju sera ymisk. Vit hava eina mynd av donskum verjarum, sum práta nógv og handla lítið, men mín kensla er at hetta er ein maður í handlar, sigur Jóannes Jakobsen við 3-2.
Ein onnur týpa
Styrkin hjá Brian Kerr lá avgjørt í at seta leikararnar upp til dystirnar og hann kundi gerast í øðini inn á tey minstu tingini, bæði á og uttanfyri vøllin. Lars Olsen tykist hinvegin hava eitt róligari sinnalag.
– Hann er ein onnur týpa og ikki eins hart rópandi, men er skilagóður og væl fyri taktist. Hann hevur staðið seg væl í donskum fótbólti og hevur nógvar royndir sum landsliðsleikari, sigur Jóannes Jakobsen víðari.
50-ára gamli Lars Olsen venjara yrkisleiðina sum ungdómsvenjari hjá Brøndby áðrenn hann tók yvir í Randers FC, sum hann megnaði at vinna upp í bestu deildina. Í 2007 tók hann við venjari hjá OB og besta úrslitið var eitt annað plássi í bestu donsku deildini.










