Næstsíðsta leygardag bóru vit tíðindini um, at Hans Fróði Hansen komandi kappingarár fer at spæla við B68 og ikki við Sogndal. Tá søgdu vit samstundis, at flestu spælararnir, sum í farna kappingarári hava spælt við B68, eisini fara at vera á liðnum komandi ár.
Tá var tað ikki greitt, um Jóannes Jakobsen fór at halda fram í venjarasessinum, men B68 formaðurin, Niclas Davidsen, segði seg vóna og rokna við, at teir fóru at hava sama venjara.
Nú sigur Niclas Davidsen, at avtala er gjørd millum felagið og Jóannes Jakobsen um framhaldandi samstarv:
- Tað eru vit sera glaðir um. Øll í felagnum hava verið stak væl nøgd við venjaran, og tað kemur væl við, at vit ikki skulu út at leita eftir einum nýggjum manni, sum skal setast inn í viðurskiftini. Í ár vildu vit vera við í toppinum, og tað vóru vit. Málið verður tað sama komandi ár, og so mugu vit vóna, at tað fer at eydnast at koma eitt sindur hægri, enn triðja plássið, sum vit endaðu á í ár.
Ársveitlsan hjá B68 skuldi havt verið næstsíðsta leygarkvøld, men hon varð útsett. Nú er avgjørt, at ársveitslan verður leygardagin 25. november. Ítróttarfelagið á Toftum plagar at hava eitt stórt eydnuhjól á hvørjum ári. Tað er ásett at vera leygardagin 18. november.