Jóannes er spentur

Fyri aðru ferð á rað er framrættaði KÍ spælarin fegnast um at vera millum teir fyrstu ellivu

Fyri einum stórum mánað síðani var hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Í 4-0 tapinum ímóti Svøríki á heimavølli varð hann skiftur inn í seinna hálvleiki. Í 63. minutti avloysti hann Árna Frederiksberg. Í 4-0 tapinum á útivølli ímóti Spania var Jóannes Bjartalíð millum teir fyrstu ellivu, og tað er hann eisini ídag.

-Tað er við stórum spenningi, at vit fara á vøllin ímóti Rumenia. Vit vita, at talan er um størri fótbóltstjóð enn Føroyar eru, og vit kenna fyritreytirnar. Tað ræður um at hava rætta hugburðin við sær á vøllin. Tað høvdu vit ikki í heimadystinum ímóti Svøríki, men tað høvdu vit á útivølli ímóti Spania, sigur Jóannes Bjartalíð.

Í Spanina sunnudagin 8. september varð Jóannes Bjartalíð roknaður at vera kanska tann eyðsýndasta føroyski spælarin, og hann vann seg til besta føroyska møguleikan, men De Gea, málverjin hjá Manchester United, bjargaði.