Undantikið samgonguflokkarnar, er tað bert Javnaðarflokkurin, ið eftir viðgerðina í uttanlandsnevndini, ikki mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks.
Javnaðarflokkurin tekur enntá undir við innganginum í uppskotinum, sum staðfestir, at Føroyar eru tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti.
Men Jóannes Eidesgaard vil hava uppskotið broytt, áðrenn hann tekur undir við tí.
Millum annað vil Jóannes Eidesgaard hava, at uppskotið verður avmarkað, so talan er um eina ætlan, ið er galdandi valskeiðið út, og ikki í 12 ár, eins og samgongan skjýtur upp. Hann vil, at ætlanin skal kallast ein sjálvstýrisætlan í staðin fyri fullveldisætlan. Og heildarveitingina úr Danmark vil Jóannes Eidesgaard lækka við 107,5 milliónum krónum frá 1. januar 2002. Hetta er tann upphæddin, ríkssstuðulin er hækkaður hetta valskeiðið. Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum skal heildarveitingin lækka við 300 til 400 milliónum krónum frá 1. januar 2002.
Jóannes Eidesgaard vil harafturat, at orðingin í uppskotinum hjá landsstýrinum, sum sigur, at búskapargrunnur skal setast á stovn, verður strikað. Formaður Javnaðarfloksins heldur nevniliga, at ætlanin um ein búskapargrunn eigur at verða løgd fram sum sjálvstøðugt lógarmál.
Færri yvirtøkur
Í uppskoti sínum skjýtur landsstýrið upp, at fólkakirkja, revsirættarmál, persónsrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál, fíggjarrættarmál, havumhvørvisvernd, skúlamál, Íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Vága floghavn skulu yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2002.
Hetta heldur Jóannes Eidesgaard ikki verða ráðiligt, og mælir han tí í staðin til, at havumhvørvisvernd og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða tey einastu málsøkini saman við Skipaeftirlitinum, ið verða yvirtikin innan 1. januar komandi ár.
Jóannes Eidesgaard vísir tó á, at tað ikki er heilt einfalt at yvirtaka havumhvørvisverndina. Orsøkin er, at málsøkið ikki finst í Heimastýrislógini og eitt notat frá forsætismálaráðnum frá fyrst í áttatiárunum sigur, at málsøkið ikki kann yvirtakast orsakað av altjóða samstarvinum. Men formaður Javnaðarfloksins heldur kortini, at landsstýrið eigur at royna at fáa hetta málsøki yvirtikið, tí ein fiskivinnutjóð sum Føroyar skal sjálvsagt hava ábyrgd av egnum havumhvørvi.
Íleggingargrunnin sær Jóannes Eidesgaard ongar trupulleikar í at yvirtaka.
Yvirtøkurnar av hinum átta málsøkjunum heldur Jóannes Eidesgaard eiga at verða betri fyrireikaðar, áðrenn tær verða framdar. Millum annað vísir hann á, at verður Vága Floghavn yvirtikin í ár í tí líki, hon nú er, kann avleiðingin gerast, at vøllurin ikki verður góðkendur til altjóða flúgving.
Men tað eru eisini málsøki, sum Jóannes Eidesgaard vil hava yvirtikin fyrr, enn landsstýrið hevði ætlað.
Í áliti sínum sigur Jóannes Eidesgaard, at hann kundi hugsað sær, at landsstýrið skundaði undir yvirtøkuna av útlendingalóggávuni og av fjølmiðlaábyrgdarlógini. Hann vísir á, at hesi bæði eru mál, sum bæði hava skund, og sum áttu at verið yvirtikin.
Uppskotið er valskrá
Jóannes Eidesgaard sigur kortini einki um, nær hesi málsøki skulu verða yvirtikin. Hetta er møguliga orsakað av, at Jóannes Eidesgaard ikki vil viðgera tann partin í uppskotinum, sum fellur uttan fyri hetta valskeiðið.
Formaður Javnaðarfloksins sigur seg bert vilja nýta orku til at viðgera tann partin av uppskotinum, sum fellur innan fyri verandi valskeið. Restina metir hann ikki sum annað, enn eina valskrá.
»Tá landsstýrið ikki megnaði at realisera sítt egna samgonguskjal, leggur man í staðin fram eina valskrá fyri komandi valskeið, har man biðjur komandi samgongur fremja tað í verki, man ikki sjálvur megnaði«, skrivar Jóannes Eidesgaard.










