16. november setti Kári P. Højgaard fíggjarmálaráðharranum ein fyrispurning, um endaligan kostna av almennum verkætlanum. Men Jóannes Eidesgaard vil ikki svara Treytirnar fyri ein sokallaðan §52a spurning er millum annað, at landstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar eftir, at hann er settur. Hetta merkir, at Jóannes Eidesgaard átti at sent svar umvegis løgtingsskrivstovuna í seinasta lagið 27. November. Men hetta hevur hann ikki gjørt.
-Hóast løgtingskrivstovan hevur sent tveir rykkjarar eftir svari, er onki
lívstekin komið eina viku eftir seinastu freist, ei heldur nøkur umbøn um at leingja freistina, greiðir Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum frá.
Jóannes Eidesgaard bleiv spurdur um at upplýsa, hvussu nógvar almennar verkætlanir oman fyri tvær milliónir eru endaliga avgreiddar frá 1. januar 2008 til 31. oktober 2009?
Hvørjar verlætlanir ikki hava hildið kostnaðin, og hvussu stórur meirkostnaðurin er fyri hvørja verkætlan sær nevnda tíðarskeið?
Um tað hevur fingið fylgjur, at almennar verkætlanir gjørdust dýrari enn sakkunnleikin hevði mett? Um ja, hvørjar ?
-At løgtingsmaður setir landstýrismanni skrivligan fyrispurning eftir galdandi
skipan, og hesin uttan fráboðan velur ikki at fylga reglunum, vísir greitt eina
manglandi virðing fyri skipanini og spyrjaranum, sigur Kári P. Højgaard.










