Jóannes Eidesgaard: Vónsvikin og ónøgdur

- Eg eri ikki nøgdur og tí vil eg hava eina eftirmeting. Tá man er í eini samgongu, so er spurningurin, hvussu nógv man vil draga fyri samgonguna og fyri seg sjálvan og flokkin, og tað kann gott vera, at tingmanningin viðhvørt kundi profelerað seg eitt sindur sterkari enn hon ger. Eg ætli ikki, at tann næsta veljarakanningin skal vera so vánalig, so her má vend koma í sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum um úrslitið av veljarakanning Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið

À brúnni á Norrønu

Jan Müller

 

 

Javnaðarflokkurin er stóri taparin í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og gongur aftur úr 19,3% niður í 16,3 ella ein afturgongd uppá 3%. Hann missir eitt tingfólk. Hvat sigur formaðurin í flokkinum, Jóannes Eidesgaard til stóru afturgongdina!

 

-Nú er ringt at finna eina viðmerking, sum er hóskandi. Eg taki veljarakanningar fyri tað, sum tær eru. Hetta er væl eitt signal frá veljarunum, at veljarin gevur til kennar, antin hann er nøgdur ella ónøgdur. Og her kunnu vit staðfesta, at veljarin fyri ein part er ónøgdur við Javnaðarflokkin, og tað ætli eg mær sum formaður at taka til eftirtektar og mugu so innanhýsis í flokkinum tosa um, hvat er orsøkin til, at ein flokkur av trimum rindar eina rokning í veljarans eygum.

 

-Er tað tí at landsstýrisumboðini ikki gera eitt nóg gott arbeiði, eru tað umboðini í tinginum, sum ikki duga nóg væl at selja politikkin ella er man ov yvrigur at virka ov nógv sum samgonga og ov lítið sum flokkur spyr Jóannes Eidesgaard. Og hann svarar: - Eg eri eitt sindur vónsvikin av kanningini, tí vit høvdu eitt kommunuval í november, har Javnaðarflokkurin kring landið stóð seg sera væl. Her er so stutt fráliðið, so her má vera eitt ella annað, sum ger, at veljarin hevur hug at fara aðrastaðni. Tað mugu vit finna út av. Eg fari so at kalla flokkin inn til fund í vikuni og meta um støðuna, um tað er nakað, sum vit kunnu gera betri. Eg eri ikki nøgdur og tí vil eg hava eina eftirmeting. Tá man er í eini samgongu, so er spurningurin, hvussu nógv man vil draga fyri samgonguna og fyri seg sjálvan og flokkin, og tað kann gott vera, at tingmanningin viðhvørt kundi profelerað seg eitt sindur sterkari enn hon ger. Eg ætli ikki, at tann næsta veljarakanningin skal vera so vánalig, so her má vend koma í.

 

Í borgarligum skugga

Jóannes Eidesgaard ivast onga løtu í, at tað var bæði rætt og neyðugt at kvetta samstarvið við Tjóðveldi, tí tað bar ikki til longur. –Vit hava truplar tíðir í Føroyum, og eingin veit, hvussu framtíðin fer at laga seg eisini á tí fíggjarliga økinum, og tí er tað eisini umráðandi at hava politiskan stabilitet og eina sterka samgongu, men tað er klárt, at Javnaðarflokkurin í hesi samgonguni kann koma at standa í einum borgarligum skugga: Men tað mugu vit so gera nakað við. Eg veit ikki um veljarin ikki er nøgdur við, at tað ikki eru hendar nakrar uppstramningar á nøkrum vælferðarøkjum, sum hann kanska vildi havt okkum at verið meira árvaknar við, men eg haldi ikki tað í dag er nakað betri boð uppá eina politiska leiðslu enn eina ABC samgongu í Føroyum í dag.