Jóannes Eidesgaard, andsstýrismaður í fíggjarmálum, er sjúkrameldaður fyribils Jóannes Eidesgaard, sum seinnapartin týsdagin varð lagdur inn á Landssjúkrahúsið, er nú sjúkrameldaður frá sínum starvi sum landsstýrismaður. Tað hevur við sær, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, virkar sum landsstýrismaður í fíggjarmálum fyribils.
Upprunaliga ljóðaði, at Jóannes Eidesgaard hevði hjartatrupulleikar, men seinni frættist, at hann leið av einum slagi av strongd.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið hjá Kringvarpinum, at tað er ikki greitt, hvussu leingi Jóanes Eidesgaard verður sjúkrameldaður.










