Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur brotið lógina.
Tað niðurstøðuna er landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum fyribils komin til.
Árini frá 2005-2008 brúkti hann heilar 170 milliónir krónur meiri til heilsuverkið og almannamálini, enn Løgtingið hevði játtað honum á fíggjarlógini.
Men landsstýrismálanevndin heldur eisini, at Jóannes Eidesgaard, sum tá var løgmaður, hevur brotið lógina, tí hann ikki steðgaði meirnýtsluni hjá Hans Paula Strøm.
Løgmaður hevur eftirlit við at landsstýrisfólk umsita sítt málsøki á lógligan hátt, men hesa skylduna forsømdi løgmaður, tá ið tað kom til meirnýtsluna hjá Hans Paula Strøm.
170 milliónir
Tað var tingmanningin hjá Tjóðveldinum, sum herfyri klagaði Hans Paula Strøm fyri landsstýrismálanevndini, sum hevur eftirlitið við landsstýrisfólkunum.
Tjóðveldið klagaði Hans Paula Strøm fyri at hava brúkt 170 milliónir krónur í heimildarloysi.
Tað merkir, at Hans Pauli Strøm hevur brúkt pengarnar, áðrenn Løgtingið hevur samtykt, at geva honum loyvi til tað, men aftan á hevur Løgtingið so samtykt nýtsluna.
Eftir at Landsstýrismálanevndin hevur kannað málið, er hon komin til ta niðurstøðu, at upplýsingarnir í klaguni eru rættir.
Og í eini fyribils niðurstøðu, staðfestir nevndin, at talan er um lógarbrot.
Men nevndin staðfestur, at tað er eisini lógarbrot, at løgmaður ikki steðgaði lógarbrotinum, tí hann hevur eftirlitið við landsstýrismálanevndini.
Fyribils Niðurstøðan er nú send pørtunum til hoyringar og tá ið teir hava svarað, verður ein endalig niðurstøða gjørd.
Tjóðveldið staðfestir í klagu síni, at við slíkari framferð er fíggjarlógin ikki verd tað pappír, hon er skrivað á.
Als ikki nøktandi
Í sambandi við klaguna staðfestir Landsgrannskoðarin, at eftir stýrisskipanini ingin útreiðsla má verða goldin, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt tað frammanundan.
Somuleiðis siga Løgtingsgrannskoðararnir, at tað eigur heldur ikki at koma fyri, at umbøn um
eykajáttan verður løgd fyri Løgtingið so seint í árinum, at útreiðslurnar, sum
eykajáttanin er ætlað til, longu eru hildnar.
MYNDATEKSTUR TIL TALVU
Hetta er ein talva, sum Heilsumálaráðið hevur gjørt um meirnýtslu hjá landsstýrinum frá 2005-2008. Niðurstøðan er, at hjá almanna- og heilsumálaráðnum var meirnýtslan lutfalsliga minni enn hjá øðrum aðalráðum
Frá 2005-2008 var meirnýtslan á allari fíggjarlógini tilsamans 336 milliónir krónur. Av hesum var meirnýtslan hjá almanna- og heilsumálaráðnum 168 millónir krónur og meirnýtslan hjá øðrum aðalráðnum var 167 milliónir.
Hetta merkir at almanna- og heilsumálaráðið hevði 50% av tí samlaðu meirnnýtsluni á fíggjarlógini.
Í sama tíðarskeiði hevur játtanin hjá almanna- og heilsumálaráðnum ligið um 52% av samlaðu fíggjarlógini.
Eftir játtanini var meirnýtslan hjá almanna- og heilsumálaránum verið lægri í prosentum enn meirnýtslanin hjá hinum aðalráðunum.
Fyri tíðarskeiðið 2005-2008 hevur meirnýtslan hjá almanna- og heislumálaráðnum verið 2,0%, men hjá hinum aðalráðunum var meirnýtslan íalt 2,2% av játtanini