Jóannes Eidesgaard klagaður enn einaferð

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fjalt týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum og tað má fáa avleiðingar, sigur Tjóðveldið. Men tað avsannar hann avgjørdur

Landssýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fjalt týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum.

Tað heldur Tjóðveldi.

Og flokkurin heldur, at tað eigur at fáa avleiðingar.

Tí hevur Tjóðveldið enn einaferð klagað Jóannes Eidesgaard fyri landsstýrismálanevndini.

Tað er í málinum um at umskipa Húsalánsgunnin, at Tjóðveldið heldur, at landsstýrismaðurin hevur fjalt týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum.

Í sambandi við ætlanina at umleggja Húsalánsgrunnin, hevur stýrið fyri grunnin skrivað fíggjarmálaráðnum bræv, har stýrið kallar ætlanina hjá samgonguni fyri eitt mistak, sum ikki fer at fáa Húsalánsgrunnin at virka aftur.

Men hetta skjalið hevur Jóannes Eidesgaard ikki lagt við sum hoyringsskriv til málið og tað metir Tjóðveldið vera so mikið álvarsamt, at landsstýrismaðurin verður klagaður fyri landssýrismálanevndini.


Óvanlig hugmóð

Kortini er skjalið seinni komið undan kavi í fíggjarnevndini.

- Var stýrið fyri Húsalánsgrunnin ikki av tilvild kallað inn til hoyringar í fíggjarnevndini um ætlanina at umskipa Húsalánsgrunnin, hevði lóggevandi valdið als ikki fingið at vita, hvørja støðu, stýrið og stjórnin fyri Húsalánsgrunnin, sum mugu metast at vera sakkunnleiki á økinum, hava til málið, Tórbjørn Jacobsen.

Høgni Hoydal sigur, at talan er um ógvuliga álvarsligt mál og er tekin upp eitt óvanliga hugmóð mótvegis Løgtinginum

Hann meinti, at Húsalánsgrunnurin má metast sum serfrøðingur á økinum og tí átti tað verið áhugavert hjá Løgtinginum at vita, hvørja áskoðan tey hava á eitt mál um at umskipa grunnin, serliga tá ið teirra áskoðan gongur at kalla beint tvørtur ímóti ætlaðu broytingunum hjá samgonguni.

Hann staðfestir, at Húsalánsgrunnurin hevur umsitið lógina í 40 ár og skal eisini umsita hana framyvir.

Heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað hevur týdning fyri Løgtingið, tá ið tann stovnurin sigur, at soleiðis sum ætlanin er at broyta lógina, fer tað at vera tórført at fíggja virksemið hjá Húsalánsgrunninum, er bara hugmóðin eftir, tí sjálvandi er tað at fjala týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum sigur Høgni Hoydal.

Les eisini greinina: Eg havi onki fjalt

fyri Løgtinginum