Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, varð í gjár lagdur inn á Landssjúkrahúsið Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, varð seinnapartin í gjár lagdur inn á Landssjúkrahúsið.
Eftir at hava hildið tíðindafund um ta nýggju fíggjarlógina kendi fyrrverandi løgmaður seg illa, og hann ætlaði sær til lækna. Sum skilst hevði hann pínu fyri bringuni, og hann bleiv innlagdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vit hava frætt, at hjartað hevur tað gott, men fyrrverandi løgmaður hevur helst strongd av onkrum slag.
Jóannes Eidesgaard hevur tað eftir umstøðunum gott, men hann skal til gjøllari kanningar á Landssjúkrahúsinum í morgun.










