? Tað harmar meg almikið, at Páll Vang skal fara av landinum fyri at leita sær hjálp. Hetta er tíverri bert eitt dømi um, at fólk, sum koma illa fyri, kenna seg svikin av føroyska samfelagnum, og tað er stór skomm.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum.
? Føroyska heilsuverkið er afturúrsiglt, og hetta vísir, at samgongan ikki røkir tær skyldur, sum hon hevur mótvegis borgarunum. Vit skulu brúka pengarnar til at bøta um støðuna hjá slíkum fólki og ikki leggja teir síðis fyri at spara upp til fullveldi.
Blokkurin týðandi leiklut
Men vísir hendan søgan ikki, at danskir pengar nevniliga ikki eru nøkur trygd undir heilsuverkinum?
? Vit fáa eina blokkstuðul úr Danmark, men tað eru teir føroysku politikararnir sum gera av, hvat hesir pengar verða brúktir til. Tjóðveldisflokkurin hevur erpað sær av, at hann hevur ikki brúkt allan blokkin, men sett hann í Landsbankan. Støðan hjá Páll Vang er eitt úrslit av hesum skilaleysa politikki.
Hvat heldur tú er loysnin?
? Vit skulu raðfesta heilsuverkið nógv hægri, og vit mugu viðurkenna, at blokkstuðulin framhaldandi hevur ein týðandi leiklut, um vit skulu veita okkara borgarum eina tænastu, sum er virðilig og sum onnur lond hava. Ynskja vit ikki tað, ja, so kunnu vit halda fram við hesum óforsvarliga og óskiljandi politikkinum hjá samgonguni.