Jóannes Eidesgaard fer at lurta eftir Blair og Clinton

Formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum fer á landsfund hjá Labour í Onglandi í næstu viku, har hann fer at fáa íblástur og at knýta samband við politikarar úr stóra grannalandinum fyri sunnan

Politikkur

? Tað verður ein stór løta at hoyra Bill Clinton og Tony Blair tala.
Jóannes Eidesgaard, fer í morgin til Onglands, har hann skal á landsfund hjá enska javnaðarflokkinum Labour.
Har verður nógv ymiskt á skránni, men formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum dylir ikki fyri, at eitt, hann gleðir seg mest til á ferðini, verður at hoyra enska forsætisráðharran, Tony Blair og gamla amerikanska forsetan, Bill Clinton, halda røðu.
Tony Blair heldur røður tí at hann er forsætisráðharri úr Labour flokkinum og Bill Clinton stendur fremst í einum úrvalsliðið av fremmandum gestarøðarum.
? Tað er altíð ein stór løta at hoyra stórar statsmenn, sum hartil eru góðir røðarar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Saman við Jens Johan Dam, sum er skrivari hjá tingmanning javnaðarfloksins, fer Jóannes Eidesgaard á landsfundin hjá Labour, sum hesuferð er í Blackpool.
Hetta er aðru ferð, at formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum er á landsfundi hjá Labour.
?Hetta er eitt samstarv, sum er sjálvur royndi at taka stig til fyri trimum árum síðani og eitt av úrslitunum er, at vit verða bodnir við á landsfundin hjá teimum, sigur føroyski javnaðarformaðurin.
Landsfundurin byrjar sunnukvøldið og endar næsta hósdag.
Men av tí, at beinleiðis flogsamband er við Aberdeen hósdag, verður farið av landinum longu í morgin.
Dagarnar til landsfundin er ætlanin at at brúka til ymiskt upplýsandi virksemi í Aberdeen og har um leiðir.
Jóannes Eidesgaard sigur, at longu hóskvøldið eru teir bodnir til árliga døgverða hjá Labour í Aberdeen, har tingmaður teirra er vertur.
?Fríggjamorgunin fara vit til Peterhead, har ein av størstu fiskamarknaðum í Evropa er, og tað verður forvitnisligt at síggja, hvussu virksemið er á einum slíkum.
Seinnapartin frígjadagin fara teir á Graham Gordon University í Aberdeen, har teir verða kunnaðir um tey útbúgvingartilboð, sum eru har.
?Tað, sum er sermerkt við hesum skúlanum er, at hann er miðvíst skipaður eftir at fyrireika næmingarnar at arbeiða í vinnulívinum.

Eitt loyndarmál
Jóannes Eidesgaard sigur, at av trygdarávum er skráin fyri landsfundin hjá Labour ikki kunngjørd enn.
? Tað einasta, vit vita, er, at Tony Blair skal halda røðu týsdagin.
Í fjør var landsfundurin týðiliga merktur av yvirganginum í New Yorkk 11. september og hann ivast ikki í, at yvirgangur aftur verður eitt høvuðsevni hesuferð, kanska serliga støðan í miðeystri, støðan ímillum Irak og ST, støðan ímillum og Irak og USA og støðan ímillum USA og ST.
Jóannes Eidesgaard sigur at ein stórur fundur, sum hesin, kann geva nógvan íblástur til ein javnaðarpolitikara úr Føroyum.
?Hetta er ikki sum ein politiskur landsfundur í Føroyum. Hetta er eitt veldugt tiltak, við nógvum hallum, á seinasta landsfundinum tók høllin, har høvuðsrøðurnar vóru, 10.000 áhoyrarar.
Harafturat eru nógvar smærri hallir, har ráðharrar,aðrir politikarar og onnur halda røðu og har tað ber til at seta spurningar og at kjakast um ymisk viðurskifti.
Tað eru somuleiðis serligar skráir fyri útlendsku gestirnar. Men talan er eisini um eina stóra vøruframsýning, har nýggjasti telduútbúnaðurin, nýggjasta útgerðin til heilsuverkið og annað, verður víst fram.
Men Jóannes Eidesgaard sigur, at tað avgjørt eisini hevur av týdningi at knýta samband til politikarar úr Onglandi og Skotlandi, tí vit hava nógv felags áhugamál, bæði í samferðsluni og ikki minst í oljuvinnuni- og tað skerst heldur ikki burtur, at Skotland er okkara næsti granni so tað er onki minni enn natúrligt at hava samband tann vegin.