Jóannes Bóndi 150 ár í dag

Í dag eru liðin 150 ár síðani Jóannes Patursson, kongsbóndi í Kirkjubø, varð føddur

Í dag, 6. mai, eru liðin 150 ár síðani Jóannes Patursson, kongsbóndi í Kirkjubø, varð føddur. Hann doyði 2. august í 1946, ein góðan mánað fyri fólkaatkvøðuna um loysing frá Danmark.

 

Jóannes Patursson var sonur Elin av Velbastað og Páll Patursson úr Kirkjubø. Jóannes giftist við Guðny Eiriksdóttur úr Karlsskála í Íslandi.

 

Jóannes fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving. Hann hevði stórar ætlanir um landbúnað í Føroyum. Í 1884 kom hann heimaftur og hitti á vegnum ein komandi føroyskan tjóðskaparmann, Rasmus Christoffer Effersøe, sum hann fór at samstarva nógv við í framtíðini.

 

Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar, og hetta bleiv í 1888 til veruligt kjak. Og jóladag 1888 var Jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt varð, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta førdi til stovnanina av Føringafelagi í 1889.

 

Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var

1                      at fáa Føroya mál til æru, og

2                      at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir.

 

Hann sat í løgtinginum restina av lívinum. Her býttust føroyskir tinglimir í liberalar, sum Jóannes hoyrdi til, og konservativar. Í 1906 var Sambandsflokkurin formliga stovnaður, og grundarlagið undir føroysku flokkskipanini skapt.

 

Fyrsta tíðin í løgtinginum gekk væl, og Løgtingið vann nógvar pengar tey fyrstu árini. Jóannes og Christian Bærentsen, vinstri- og amtmaður, fingu fleiri lógir ígjøgnum, eitt nú nýggja lønarlóg fyri lærarar, skipatrygging o.s.fr. Eisini fingu teir Fólkatingið at játta Føroyum 57 000 kr um árið. Jóannes setti uppskot um tað sonevnda 'hvalagjaldið', har Løgtingskassin vann um 10 000 - 15 000 krónur um árið, sum eisini varð viðtikið. Hugsjónir Jóannesar byrja spakuliga at koma til lívs, og tað tykist, at skjótt vera Føroyar sjálvstøðugt, sum Jóannes hevur ynskt.

 

Á Ólavsøku í 1902 legði Jóannes fram uppskot, at brennivínstollurin, sum áður var farin í ríkiskassan og var størsta inntøka ríksins úr Føroyum, skuldi nú umsitast av Løgtinginum. Hetta tók ongin av tingmonnunum undir við, og er tað hetta uppskotið sum seinni spøkir aftur, tá Jóannes 'fellur' í 1906.

 

Jóannes sat í danska fólkatinginum 1901-1906 og í danska landstinginum 1918-1920 og 1928-1936. 1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946.

 

Tjóðskaparkensla Jóannesar fánar ikki, tá hann verður fólkatingslimur. Tvørtímótir. Hann nýtir høvið í fyrstu talu síni at greiða donsku pressu og politikarum frá um føroysk viðurskiftir. Dentur varð framvegis lagdur á móðurmálið og skúlagongd, har hann krevur, at næmingar skulu læra føroya søgu. Hann staðfestur, at ongin fíggindaskapur fylgdi við teimun tjóðskaparligu viðurskiftinum, og loysing frá Danmark enn ikki ein ætlan. Áður er Jóannes stemplaður sum “danahatari” og stuðlari av 'separatismu'. Hugtøkini verða fyrstu ferð nýtt um Jóannes í 1894 í eini veistlu fyri sýslumanninum, H. C. Muller, tá Jóannes læt glasið standa á borðinum, tá skálað varð fyri “móðurlandinum Danmark”.

 

Við fólkatingsvalið í 1903 møtir Jóannes harðari mótstøðu. Hann hevði stutt fyri valið givið út bókina 'Færøsk Politik', har hann lýsir føroyskan politikk. Hann setur spurnartekin við dosnku grundlógina og metir, at skipanin ikki var nóg góð fyri føroyingar. Hann setur fram ta áskoðan á framtíðar stýrislag Føroya, í fimm pørtum, har endamálið er at:

 

Løgtingið verður alt fólkavalt og skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Ríkisins umboðsmaður sleppur á fundirnar, men hevur ikki atkvøðurætt. Eingin lóg verður gandandi í Føroyum, uttan hon øll er samtykt av løgtinginum. Løgtingið kann gera lógaruppskot, sum stjórnin beinleiðis kann góðkenna. Løgtingið fær undir uppsýni av stjórnini ræðið á serligu føroysku fíggjarviðurskiftunum.

 

1906-1940 var Jóannes í Sjálvstýrisflokkinum. Men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Saman við Vinnuflokkinum stovnaði hann Hin føroyska fólkaflokkin (radikalt sjálvstýri). Hetta samsvaraði væl við broytta lyndi hansara. Í fyrstuni var Jóannes hóvligur sjálvstýrismaður, men til endans var hann víðgongdur loysingarmaður.

 

Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða um ríkisrættarstøðu Føroya, og ein meiriluti av fólkinum valdi loysing. Men av tí at Jóannes doyði 2. august, slapp hann ikki at síggja tað henda.

 

Nøkur fakta:

•                      1888 Var við til at seta Jólafundin.

•                      1901–1946 Í Løgtinginum.

•                      1901–1906 Í Fólkatinginum.

•                      1909–1936 Formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

•                      1940–1946 Í Fólkatinginum.

•                      1940 Stovnaði saman við Vinnuflokkinum Fólkaflokkin.

•                      1940–1946 Formaður í Fólkaflokkinum

 

Kelda: wikipedia

 

Sendingin um Jóannes Patursson, sum varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið, kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Meira kann lesast um Jóannes bónd her:

 

Tilboðið

 

Fall Jóanessar

 

Útgivið
 

Keldur: Løgting 150 - Hátíðarrit 2, Løgtingið, Tórshavn 2002, s. 334.
Jóannes Patursson, eftir Hans Jacob Debes, Forlagið Søgumál, 1991.