Jóanes Nielsen framúr gott ummæli í Berlingske

Glansbilledsamlerne er frálík frásøgulist, sigur ummælari á Berlingske, ið gevur skaldsøguni hjá Jóanes Nielsen fimm av seks stjørnum


- Við Glansbilledsamlerne hevur Jóanes Nielsen gjør eitt hugtakandi broderí av mannalagnum og eigur hann at fáa enn fleiri danskar lesarar, skrivar ummælarin Anne Lise Marstrand Jørgensen í Berlinske Tidende, í sambandi við at skaldsøgan júst er komin út á donskum. 



Frálík frásøgulist

Endaligi dómurin hjá ummælaranum ljóðar soleiðis:

»Glansbilledsamlerne« er ein framúr væl skrivað skaldsøga. Hetta er frálík frásøgulist, eitt komplekst og hugtakandi broderí av menniskjalagnum. Hetta er ein bók, ið øll eiga at lesa, sum dáma at hvørva inn í bókmentirnar fyri at koma ríkaði upp aftur.

Hartil vísir Anne Lise Marstrand Jørgensen á, at deyðin er meir enn ein dramatiskur karmur um skaldsøguna. Missurin er ein lívstreyt fyri dreingirnar í søguni. Kring teir gera fólk sjálvmorð, drekka seg hálvavegna í hel, drukna, gerast sinnisjúk og verða send burtur fyri ongantíð at koma heim aftur. Í einum samfelag, sum er so lítið, at øll kenna øll, goymir man síni loyndarmál uttan at kunna fjala tey. Hetta er eitt rátt samfelag, har lívsviljin verður skerdur av ómøguligum korum. Men tað er eisini eitt samfelag av stoltum og treiskum viljum, av menniskjum, sum royna at ganga uttan um normarnir fyri hóast alt at kunna taka sær av hvørjum øðrum.

Tað er forlagið Torgard, sum hevur givið út donsku týðingina av "Glansbílætasamlarnir"

Povl Skårup hevur týtt bókina til danskt.