Forlagið Torgard hevur í dag givið út seinasta yrkingasavnið hjá Jóanesi Nielsen, ”Tapet millum øldir”, í danskari týðing. Hugin Eide hevur týtt yrkingasavnið, sum á donskum hevur heitið ”Tapet mellem århundreder”.
Tapet mellem århundreder er tann ellivta bókin hjá Jóanesi á donskum. Danskir lesarar lærdu Jóanes at kenna í 1980’unum, tá forlagið Vindrose gav trý yrkingasøvn og eina skaldsøgu hjá Jóanesi, sum Ebba Hentze, sála týddi til dankst.
Forlagið Torgard tók tráðin upp aftur í 2008 við Glansbilledsamlerne, sum fekk sera góð ummæli. Síðani hevur forlagið givið út enn eina skaldsøgu hjá Jóanesi, Brahmadellerne – en nordatlantisk krønike, umframt trý yrkingasøvn, og eisini tær bøkurnar hava fingið góða móttøku í Danmark.
Tað er Týðingagrunnur Norðurlandaráðsins, ið hevur stuðlað útgávuni.