J & K vann enn eina licitatión

Bert 7.159 krónur vóru á muni millum tilboðið hjá J & K Petersen Contractors og tilboðið hjá Articon, tá ið licitatión í gjár var um útbygging av havnalagnum á Eiði

Havnabygging

Ikki kann sigast annað enn, at J & K Petersen Contractors hava verið hepnir í seinastu licitatiónunum, sum verið hava um havnabyggingar.
Fyrr í vikuni vann felagið licitatiónina um bingjuhavnina á Oyrareingjum, og í gjár vann felagið aftur eina licitatión.
Í gjár var licitatión um havnaútbyggingina á Eiði.
Hesaferð var talan um innbodna licitatión millum J & K Petersen Contractors og Articon.
Tá ið tilboðini vórðu latin upp í gjár, vísti tað seg, at bert 7.159 krónur vóru á muni millum feløgini.
Tilboðið hjá J & K Petersen Contractors var 6.055.811 krónur og tilboðið hjá Articon 6.061.970 krónur.