Nú fer av álvara at nærkast, til hoyvíkingar sleppa at spæla fótbólt uppi í Hoyvík. Væntandi verður arbeiðið á leggja graslíki á nýggja fótbóltsvøllin, sum herfyri fekk navnið J&K Vøllurin, liðugt í hesum mánaðinum.
Í góðveðrinum seinastu dagarnar hava arbeiðsmenn frá Laiderz lagt stoytdoyvingarundirlag á vøllin, oman á drenasfaltið. Næstu dagarnar verður farið undir at leggja sjálvt graslíkið og ífyllu.
Summarið 2015 skrivaðu kommunan og J&K Petersen sáttmála um at gera lendisarbeiðið til vøllin. Tað arbeiðið varð liðugt á heystið 2016.
Tá komu eisini tilboð inn um at leggja graslíki á vøllin. Upprunaliga skuldi avgerð takast í august, men tá málið kom fyri á býráðsfundi, bleiv tað tikið av skrá aftur, orsaka av, at ein av fyritøkunum metti, at skitið spæl var farið fram í útboðnum.
Endin var, at útboðið gekk av nýggjum og í januar skrivaði kommunan undir sáttmála við Laiderz Aps um at leggja stoytdoyvingarlág, graslíki og ífyllu á vøllin.
Tað er í høvuðsheitum fótbóltsfelagið Giza Hoyvík, sum skal nýta vøllin.