Tað verður Byggifelagið J&K, sum fær arbeiðið at gera vegirnar til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi.
Hetta tykist greitt, nú leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur tikið støðu til tilboðini, sum eru komin inn.
Eftir at hava granskað tilboðini, hevur leiðslan í Vágatunlinum gjørt av at taka samráðingar upp við J&K Petersen sum arbeiðið.
Talan er um eitt rættiliga stórt og umfatandi arbeiði.
Arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión, men tað var rættiliga stórur munur á tilboðunum, sum komu inn, tí tað dýrasta tilboðið var næstan tvær ferðir so høgt sum tað bíligasta.
Tilsamans lógu tilboðini úr 22 milliónum upp í 41,5 milliónir fyri alt arbeiðið.
Arbeiðið varð boðið út í trimum arbeiðstøkum.
Ein arbeiðstøka var at gera vegin í Leynum á Streymoyarlandinum, ein at gera vegin á Vágalandinum og tann triðja arbeiðstøkan var at taka upp og rudda byggiøkið í Leynum aftaná at undirsjóvartunnilin er liðugur.
Størsta arbeiðið er at gera vegin á Vágalandinum.
Tað umfatar at gera veg uppá einar tveir kilometrar úr tunlinum til landsvegin, umframt at fyrireika inntakið til sjálvan tunnilin.
Lægsta tilboðið upp á tað arbeiðið var upp á 16 milliónir og hægsta tilboðið var upp á 28,8 milliónir.
Ein arbeiðstøka umfataði arbeiðið at gera brúgv um Leynará Streymoyarlandinum og eina rundkoyring, umframt ein veg uppá einar 300 metrar til tunnilin.
Lægsta tilboðið upp á tað arbeiðið var upp á 4,9 milliónir og tað dýrasta tilboðið var upp á 10,5 milliónir.
Og triðja arbeiðstøkan var arbeiðið at rudda arbeiðsplássið aftur, aftaná at allur undirsjóvartunnilin er liðugur og tey tilboðini lógu ímillum 1,1 og 2,2 milliónir.
Ikki lægsta tilboðið
Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum, vil bara upplýsa lægsta og hægsta tilboð upá tær ymsu arbeiðstøkurnar. Hann vil tískil ikki siga, hvussu nógv hvør einstakur arbeiðstakari hevur boðið uppá hvørja av teimum trimum arbeiðstøkunum.
Men tað skilst at tilboðið hjá J&K Petersen var ikki tað tað lægsta.
Og tað er fallið byggikønum fyri bróstið, at leiðslan í P/F Vágatunlinum ikki hevur tikið av tí lægsta tilboðnum, serliga tá ið arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión.
?Tað er heilt óvanligt ikki at taka av tí lægsta tilboðnum, tá ið eitt arbeiðið er boðið út í innbodnari lisitatión, sigur byggikønur
Stjorin í P/F Vágatunlinum váttar, at tilboðið frá J/K Petersen var ikki tað lægsta.
?Men tað var ímillum tey lægstu tilboðini, sigur hann.
Hann vísir eisini aftur, at tað skal vera so óvanligt ikki at taka av tí lægsta tilboðnum, hóast eitt arbeiðið er boðið út í innbodnari lisitatión,
? Tað er ikki heilt óvanligt, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið arbeiðið varð boðið út, tilskilaði nevndin fyri Vágatunlinum sær rætt til at velja og vraka ímillum tilboðini.
? Og tá ið vit hava gjørt av at taka samráðingar upp við J&K Petersen, er tað útfrá eini heildarmeting.
Dávur Reinert Hansen sigur, at tað er ikki bara prísurin, sum er avgerandi.
?Men samstundis verða metingar gjørdar av, hvat er tað besta tilboðið sum heild fyri byggiharran. Og tað er útfrá hesi heildarmetingini, at vit hava gjørt av taka samráðingar upp við J&K Petersen fyrst
Dávur Reinert Hansen sigur, at talan var um metingar av, hvussu arbeiðið kann fullførast, hvussu arbeiðið verður samskipað við onnur arbeiði o.s.fr.
Hann sigur, at ætlanin er at avgreiða samráðingarnar uppá nakrar fáar vikur og so er ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í summar.
?Ætlanin er í fyrstu syftu at gera arbeiðsveg í Vágum til inntakið til tunnilin.
?Tað skal vera liðugt seks mánaðir eftir, at tunnilsarbeiðið er byrjað og ætlanin er, at tað skal byrja í august, september í ár.
Annars er tað tilfar úr tunlinum, sum skal brúkast til vegirnar, so teir verða gjørdir samstundis, sum vit borað, sigur Dávur Reinert Hansen.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.
Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.
Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.