Tað gongur skjótt í fótbólti. Fyri kortum fekk Jóan Símun Edmundsson at vita, at hann ongan framtíð hevur í felagnum. Í kvøld er hann á bonkinum í landskappingardysti móti Hønefoss.
Føroyski landsliðsspælarin hevur í eina tíð verið útifrystur í norska felagnum Viking Stavanger. Hann hevur ikki vant við og heldur ikki sloppin upp í part, tá dystur hevur verið. Síðani fór Kjell Jonevret, høvðusvenjari hjá felagnum, í bløðini og alment boðaði frá, at toftamaðurin onga framtíð hevur í felagnum.
Í gjár var Jóan Símun tó úttikin til brutto hópin til dystin móti Hønefoss. Í dag sæst á heimasíðuni hjá felagnum, at Jóan Símun Edmundsson verður á bonkinum til dystin.
Tað hevur annars ljóðað, at tað er føroyskur áhugi fyri Jóan Símun. Okkurt felag skal hava spurt seg fyri, men einki alment. Sum skilst er eisini áhugi úr Danmark og Íslandi fyri framrættaða spælaranum.
Dysturin millum Viking Stavanger og Hønefoss byrjar klokkan 17 í dag.