Jóan Símun við í ótrúligum sigri

Jóan Símun Edmundsson átti uppleggið, tá Bielefeld vann í yvirtíðini

Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld vunnu í kvøld 2-1 á útivølli móti Darmstadt í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi.

 

Tað var annars heimaliðið úr Darmstadt, sum kom á odda eftir 66 minuttir. Síðani sá leingi út til, at heimaliðið fór at vinna, men við tveimum málum í yvirtíðini vann Arminia Bielefeld frammanfyri 14 túsund áskoðarum.

 

Fyrst javnaði Roberto Massimo, áðrenn Jóan Símun Edmundsson við frálíkari avlevering legði upp til 2-1 málið, sum Florian Hartherz skoraði til stóra gleði fyri gestirnar. Talan var um avbera neyva avlevering frá toftamanninum, sum nærmast legði bóltin á eitt silvurfat til Florian Hartherz at sparka í kassan.

 

Við sigrinum eru Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson á fjórða plássi í 2. Bundesliguni.