Jóan Símun við í rokaligum sigri

Tað komu ikki færri enn 11 gul og eitt reytt kort, tá Arminia Bielefeld vann á VfL Bochum

Jóan Símun Edmundsson fekk ein hálvan tíma á vøllinum, tá Arminia Bielefeld í kvøld staðfesti sína oddastøðu í 2. Bundesliguni. Arminia Bielefeld vann 2-0 á VfL Bochum.

Føroyski landsliðsspælarin byrjaði á bonkinum, men kom inn tá 63. minuttir vóru spældir. Tá var 1-0 til Arminia Bielefeld við máli, sum Andreas Voglsammer skoraði. Tað var ein rokaligur dystur, sum Jóan Símun Edmundsson kom inn til.

Samanlagt komu heili 11 gul kort og eitt reytt kort. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn í seinastu minuttunum, tá Fabian Klos skoraði til 2-0. Arminia Bielefeld hevur nú seks stig niður til avbjóðarnar í uppflytingarstríðnum, men hevur spælt ein dyst fleiri.

DSC Arminia Bielefeld - VfL Bochum 2-0 (1-0)

1-0 Voglsammer, 27

2-0 Fabian Klos, 90

DSC Arminia Bielefeld:

Ortega Moreno – Brunner, Pieper, Nilsson, Hartherz – Prietl, Yabo (63. Edmundsson), Hartel (90. Soukou) – Clauss (85. Kunze), Klos, Voglsammer.

VfL Bochum:

Riemann – Gamboa (78. Wintzheimer), Decarli, Fabian, Danilo – Losilla, Tesche (62. Weilandt), Lee (68. Zoller), Yanelt – Blum, Ganvoula.

Gul kort: Brunner, Yabo, Prietl, Hartherz/Fabian, Gamboa, Decarli, Tesche, Riemann, Losilla

Reytt kort: Riemann

Áskoðarar: 19.685

##med2##