Jóan Símun við eini perlu

Video: Føroyski landsliðsáleyparin skoraði í dag avbera vakurt mál fyri OB uppá beinleiðis fríspark

Føroyski landsliðsáleyparin, Jóan Símun Edmundsson, ið telist millum størstu profilarnar á liðnum hjá OB í Danmark, hevur seinastu vikurnar verið darvaður av einum skaða, soleiðis at hann ikki hevur spælt so nógv í byrjanini av kappingini sum væntað.

 

Leygardagin var Jóan Símun Edmundsson innskiftur í sigrinum hjá OB móti AC Horsens. Tískil spældi hann í dag við næstbesta liðnum hjá OB, ið spældi dyst móti FC Fredericia. Endaliga úrslitið av dystinum var ein 2-2 javnleikur, men tað gekk væl hjá føroyska landsliðsleikaranum.

 

Jóan Símun Edmundsson skoraði nevniliga eitt av málunum hjá OB, tá hann við beinleiðis frísparki minkaði um munin til 2-1. Harumframt var Jóan Símun Edmundsson í fleiri førum nær við at koma á máltalvuna, skrivar heimasíðan hjá OB.

 

Komandi dystur hjá besta liðnum hjá OB er annars á heimavølli sunnudagin tann 6. August, tá AaB kemur á vitjan. Omanfyri ber til at njóta málið hjá Jóan Símun Edmundsson frá í dag.