Nýggjur í A-landsliðshópinum er B68-arin og U21-landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, sum hevur havt eitt framúr gott kappingarár og skoraði sigursmálið í U21-landsdystinum ímóti Russlandi herfyri.
Merkisvert er eisini, at Vagnur Mohr Mortensen úr HB aftur er á landsliðnum, umframt at Gunnar Nielsen úr Manchester City nú aftur er klárur at taka kappingina upp við Jákup Mikkelsen um málmansplássið.
NSÍ er best umboðaða felagið við fimm spælarum, meðan KÍ og Víkingur hava tríggjar, og HB og EB/Streymur tveir í part.
Hópurin til Fraklandsdystin:
Fróði Benjaminsen, HB
Jákup á Borg, B36
Egil á Bø, EB/Streymur
Atli Danielsen, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, B68
Bartal Eliasen, ÍF
Hjalgrím Elttør, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Einar Tróndargjógv Hansen, NSÍ
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Bogi Løkin, NSÍ
Jákup Mikkelsen, KÍ
Vagnur Mohr Mortensen, HB
Gunnar Nielsen, Manchester City
Jónas Þór Næs, Hvidovre
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Súni Olsen, Víkingur
Jann Ingi Petersen, NSÍ
Símun Samuelsen, Keflavík