Eykaliðið hjá Newcastle spældi í kvøld móti einum West Ham liðið, ið hevði menn sum Robbie Keane, Luis Boa Morte, Radoslav Kovac og aðrar góðar menn við. Dysturin, ið var leiktur á Upton Park, endaði við 4-2 sigri til sterka West Ham liðið. Jóan Sìmun Edmundsson spældi allan dystin. Hann spældi í álopinum, men var fluttur á vinstra vong í seinna hálvleiki.
Sambært heimasíðuni hjá Newcastle, so høvdu leikararnir hjá West Ham yvir 1.500 fyrsta liðs dystir sína millum, meðan ongin á Newcastle liðnum hevur roynt seg á besta liðnum. Millum málskjúttarnir hjá West Ham var Robbie Keane, ið er leigaður úr Tottenham.
NEWCASTLE UNITED eykaliðið: Jak Alnwick, Dan Leadbitter, Michael Riley, Jeff Henderson, Remie Streete, Conor Newton, Brad Inman, Greg McDermott, Joan Edmundsson, MIchael Richardson, Phil Airey.
Eykaleikarar: Ben Robinson, Patrick Nzuzi, Alex Nicholson, Ben Sayer, Ryan McGorrigan.
WEST HAM UNITED eykaliðið: Ruud Boffin, Julien Faubert, Herita Ilunga, Radoslav Kovac, Holmar Orn Eyjolfsson, Callum McNaughton, Freddie Sears, Luis Boa Morte, Dylan Tombides, Robbie Keane, Zavon Hines.
Eykaleikarar: Oliver Lee, Jake Larkins, Ahmed Abdulla, Cristian Montano, Anthony Edgar.
Myndir frá dystinum kunnu síggjast á www.nufc.co.uk










