Arminia Bielefeld við føroyska Jóan Símuni Edmundssyni í hópinum hevur beina kós ímóti týsku Bundesliguni. Felagið hevur greiðan oddasess nú tað resta fimm umfør.
Í kvøld, fríggjakvøld, spælir Arminia Bielefeld á útivølli ímóti SV Sandhausen, og eins og síðstu dystirnar, so situr Jóan Símun Edmundsson uttanfyri við einum knæskaða.
Í samrøðu við Westfalen-Blatt avdúkar Bielefeld-venjarin, Uwe Neuhaus, at viðvarandi trupulleikar í knænum hjá Jóan Símuni hava við sær, at hann neyvan spælir aftur hetta kappingarárið.
- Tað er ilt at ímynda sær, at hann fer at verða brúktur í næstu dystunum, sigur Uwe Neuhaus við blaðið.
Vinnur Arminia Bielefeld í kvøld, so eru teir 10 stig omanfyri uppflytingarstrikuna við einans fýra dystum eftir at spæla. Síðsta umfar verður 28. juni.
Jóan Símun Edmundsson hevur hetta kappingarárið í 2. Bundesliga skotið fimm mál í 22 dystum. Hann hevur sáttmála við Arminia Bielefeld fram til 20. juni 2021.