Jóan Símun spældi fullan dyst

Jóan Símun Edmundsson spældi allar 90 minuttirnar, tá norska felagið hjá hon­um, Viking Stavanger, um vikuskiftið tapti 2-1 fyri Aalesund í bestu deildini. André Danielsen gjørdist skaddur í upphitingini og so vóru boð eftir føroyska lands­liðs­spælarum, sum í samrøðu við norkst blað hevur váttað, at hann umhugsaði at koma aftur til føroyskan fótbólt, tí hann ikki slapp framat í norska felagnum.
Aalesund var á odda 2-0, áðrenn Viking megnaði at minka um munin, men tað bleiv ikki til meir enn tað.