Jóan Símun skoraði móti Fiorentina

 

Ungi toftamaðurin skoraði einsamalla málið hjá Newcastle í 3-1 tapinum fyri Fiorentina í U-21 kappingini í Italia. Jóan Símun Edmundsson og U-21 liðið hjá Newcastle luttaka í hesum døgum í U-21 kappingini Torneo di Viareggio í Italia. Í dag var fyrsti dysturin hjá teimum á skránni og mótstøðuliðið var Fiorentina, sum hevur vunnið kappingina oftast. Jóan Símun var um reppi at leggja Newcastle á odda longu eftir tveir minuttir, men verjan fekk rudda burtur á málstrikuni, skrivar Newcastle heimasíðan í kvøld.

 

Hóast Newcastle hevði yvirvág fyrstu løtuna, so skoraði Fiorentina tey næstu trý málini. Ikki fyrr enn móti endanum av dystinum eydnaðist tað føroyska landsliðsframherjanum at minka um munin. Jóan Símun var fyrstu á ein retur og prikaði bóltin í kassan. Newcastle heimasíðan skrivar eisini, at Jóan Símun var við at skora enn eitt mál og helst var snýttur fyri brotsspark eisini.

 

- Vit hava framvegis ein góðan møguleika at koma víðari úr bólkinum. Úrslitið vísur ikki eina rætta mynd av dystinum, men teir fáa tvey skjót mál sum raka okkum hart. Vit mugu læra okkum at koma aftur eftir eitt vónbrot og liðið skal eisini rósast fyri at kempa víðari. Jóan Símun megnaði eisini at minka um munin, sigur Peter Beardsley venjari hjá U-21 liðnum hjá Newcastle.

 

Hin dysturin í bólkinum millum Lecce og Club Nacional endaði við 2-2 javnleiki. Newcastle spælur aftur hósdagin móti Club Nacional.