Jóan Símun skoraði fyri Arminia Bielefeld

2. Bundesligan: Føroyski landsliðsspælarin skoraði og byrjaði inni í storsigri í dag

Jóan Símun Edmundsson skoraði eitt av málunum og byrjaði inni í dag, tá Arminia Bielefeld í dag vann 6-0 á SSV Jahn Regensburg. Toftamaðurin skoraði til 2-0 aftaná 35 minuttir.

Tað var trýst á DSC Arminia Bielefeld í dag, tí kappingarneytarni úr Hamburg SV og VfB Stuttgart vunnu í gjár. Heimaliðið hevði Jóan Símun Edmundsson við frá byrjan fyri fyrstu ferð í 2. Bundesliguni í ár.

##med3##

Tað skuldi vísa seg at verða ein góða avgerð. Fyrst skoraði Cebio Soukou og síðani Jóan Símun Edmundsson til 2-0. Føroyski landsliðsspælarin spældi á miðjuni og bleiv skiftur út aftaná 76 minuttir. Tá var støðan 3-0. Seinastu minuttirnar økti Arminia Bielefeld tríggjar ferðir.

##med2##