Jóan Símun Edmundsson átti stóran lut, tá OB í dag vann 2-0 á útivølli móti Aab í Superliguni. Toftamaðurin, sum um vikuskiftið bleiv kosin til besta landsliðsspælaran í HM 2018 undankappingini, skoraðu fyrra málið og legði upp til tað seinna.
Fyri at síggja málið - Trýst HER
Landsliðsáleyparin hevur havt tað eitt sindur torført í seinastuni, eftir at hann av álvara blómaði fyri OB í farna kappingarári. Nú vónar hann, at hetta kann seta gongd á.
- Tað er sjálvandi ein deilig kensla. Skoraði eisini mítt fyrsta mál í superliguni í Aalborg síðsta kappingarár, so eg vóni at hetta er byrjanin til okkurt gott, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Málið kom eftir eitt sindur av trunkaspæli í brotsteiginum, tá toftamaðurin vendi sær sendi bóltin málið. Hann rakti ikki bóltin reint, men málverjin slapp ikki framat og so var 1-0.
Í seinna hálvleiki sendi Jóan Símun Edmundsson hornaspark innfyri, sum Rasmus Festersen skoraði uppá. Málið var serligt, tí Rasmus Festersen er millum minstu spælararnar á liðnum og hann skoraði við nakkanum.
Við sigrinum er OB komið upp á sætta pláss, sum gevur atgongd til meistarabólkin, tá endaspælið byrjar. Enn resta tó 12 umfør í til tað byrjar, so nógv kann henda til tá.










