Newcastle kom á odda longu eftir sjey minuttir við máli frá Patrick McLaughlin. Tólv minuttir fyri tíð javnaði James Spray fyri Wolverhampton, men í minuttinum eftir legði Phil Airey Newcastle á odda aftur.
Jóan Símun spældi í vinstru síðu á miðvøllinum og var skiftur út eftir 83 minuttir. Wolverhampton hevði styrkt sær um liðið við fleiri frá besta liðnum. Millum teirra var Nenad Milijas, sum var við Serbia til HM í summar.
Jóan Símun sigur um dystin, at liðini høvdu hvør sín hálvleiki. Newcastle sat á fyrra hálvleiki, meðan Wolverhampton sat á seinna hálvleiki. Venjari hjá Newcastle er fyrrverandi Liverpool leikarin Peter Beardsley.
Newcastle: Soderberg, Tavernier, Ferguson, McDermott, J.Henderson (Newton 78), Dummett, Donaldson, McLaughlin, Airey, Edmundsson (Richardson 83), Ameobi.
Á bonkinum uttan at koma inn: Folan, Alnwick, Yven Moyo.
Wolverhampton: McCarey, Doherty (Ebanks-Landell 90), Van Damme, Batth, Mouyokolo, Milija?, Winnall, Rooney, Cassidy (Spray 74), Hemmings, Mujangi Bia.
Á bonkinum uttan at koma inn: East, Malone, Reckord.









