Jóan Símun rakti yvirleggjaran í OB-sigri

OB vann týðandi sigur á útivølli fyrr í dag

Jóan Símun Edmundsson fekk fulla spælitíð, tá OB í dysti í donsku superliguni vann ein sera týðandi 1-0 útisigur ímóti FC Nordsjællandi.

 

Rasmus Festersen skeyt sigursmálið fyri OB, tá 53 minuttir vóru farnir. OB kundi tó verið á odda í steðginum. Í fyrra hálvleiki hevði Jóan Símun Edmundsson ein risastóran málmøguleika, men hann rakti tíverri yvirleggjaran.

 

Sigurin merkir, at OB lyfti seg úr aftasta plássinum í superliguni. Seinasti dysturin hjá OB í hesum árinum verður mánakvøldið 12. desember, tá teir vitja Viborg FF, sum liggur aftast í donsku superliguni.

 

Støðan í donsku superliguni :

 

1FCK201550      45:850
2Brøndby20115440:1638
3Midtjylland1995538:2232
4Randers FC2095625:2132
5Lyngby1993719:1730
6SønderjyskE19    77524:2528
7Nordsjælland2066830:3524
8AC Horsens2066824:3524
9AaB1965820:2723
10Silkeborg1957724:3322
11AGF1955927:3120
12Esbjerg20461021:4118
13OB20451115:2817
14Viborg20441222:3516