Jóan Símun er ikki heilt nøgdur við sítt egna avrik hóast Gateshead vann greitt í gjár. Jóan Símun spældi teir fyrstu 70 minuttirnar á vinstru mið, áðrenn hann var útskiftur. Við sigrinum er Gateshead komið upp á 16. pláss við 29 stigum. Tað eru 24 lið í Blue Square Premier og fýra lið flyta niður. Tað eru fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna, men Gateshead hevur spælt tveir dystir færri enn Hayes & Yeading, sum liggur nummar 21.
Komandi dysturin hjá Gateshead er leygardagin móti Luton Town, sum fram til 1992 var at finna í bestu deildini. Tá spældi millum annað danin, Lars Elstrup við. Tað var eisini sum Luton spælari, at Lars Elstrup var so frekur at skora móti føroyinum í Parkini tann 12. oktobur 1990.