Triðja dystin á rað hava Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld vunnið í 2. Bundesliguni. Frammanfyri 8.693 vann Arminia Bielefeld 3-0 á SSV Jahn Regensburg.
Jóan Símun Edmundsson spældi 91 minuttir fyri gestirnar úr Bielefeld, sum vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Í yvirtíðini bleiv føroyski landsliðsspælarin skiftur út. Nýggi venjarin hjá Arminia Bielefeld er eisini fegin um sigurin.
- Sjálvandi eri eg fegin um at hava vunnið 3-0 í einum torførum útidysti. Vit skoraðu upp á okkara møguleikar og málini koma eisini upp á tey røttu tíðspunktini. Regensburg hevur sínar møguleikar, men í dag hava vit ein góðan málverja og allir spælararnir vardu við øllum, sum teir megna, sigur Uwe Neuhaus, sum tók við venjarastarvinum í vetur.
Venjarin leggur afturat, at talan var um ein torføran dyst og vísir millum annað á, at liðini runnu ávikavist 126 og 127 kilometrar í part.
Við sigrinum hevur Arminia Bielefeld lagt seg á 10. pláss. Í løtuni eru 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Arminia Bielefeld hevur nú vunnið á Dynamo Dresden, Hamburg SV og SSV Jahn Regensburg.










