Hetta kappingarárið hevur hjá føroyska landsliðsspælaranum Jóan Símun Edmundsson og felagi hansara í Odense fyri ein part verið eyðkent av, at tað ikki hevur stemmað soleiðis, sum tað hevur verið vónað, og sum eingin ivi er um, at tað eru møguleikar fyri.
Í dag var ein av teimum ljósu løtunum, sum tað seinastu vikurnar ikki hevur verið so langt ímillum. OB vann 3-0 á heimavølli ímóti Hobro, og Jóan Símun Edmundsson skoraði fyrsta málið, tá ið eitt korter var farið. Hann var um reppið í seinna hálvleiki at verða tvífaldur málskjútti, men úr góðari støðu sendi hann bóltin í stólpan, og so var ein av liðfeløgum fyrstur á returbóltinum og skoraði.
Í dag var Jóan Símun annar av teimum fremstu í 4-4-2 spælskipan, og hann var á vøllinum alla tíðina.
Tað ræður um at enda kappingarárið millum seks tey fremstu, sum í endaspæli seint í vár fara at stríðast um DM. Við sigrinum í dag lyfti OB seg fram á fimta plássið. OB hevur 25 stig, og AC Horsens á sætta plássi hevur 22 stig.
Næsta avbjóðingin verður mánadagin fjórða desember á útivølli ímóti FCM, sum saman við Brøndby kappast um fremsta plássið.