Jóan Símun legði upp

 

Jóan Símun Edmundsson spældi seinasta hálva tíman, tá eykaliðið hjá Newcastle í gjár vann Saga Northumberland FA Senior Cup. Tað hevur verið heldur soltið við spælitíð hjá unga toftamanninum seinastu tíðina, men í gjár slapp landsliðsframherjin aftur at vísa sínar dygdir. Jóan Símun varð skiftur inn tá ein hálvur tími var eftir. Newcastle heimasíðan sigur, at Jóan Símun var lívligur tá hann kom á vøllin. Tólv minuttir fyri tíð spældi hann Phil Airey leysan, ið økti til 4-0. Stutt undan hevði Jóan Símun góða roynd á mál.

 

Talan var um finaluna í sonevndu Northumberland Senior Cup, sum er ein kapping fyri lið, sum eru limir í Northumberland Football Association. Northumberland er øki í norðast í Onglandi, heilt upp at markinum til Skotland. Hóast Northumberland Senior Cup ikki er tann kappingin, bretar eru mest spentir uppá, eru tey í Newcastle fegin um at hava vunnið kappingina, sum fyri fyrstu fer varð spæld í 1884.

 

Finalan varð spæld á heimavøllinum hjá Newcastle, St. James? Park, har omanfyri 2000 áskoðarar vóru til staðar.