Føroyska landsliðið má enn eina ferð klára seg uttan Jóan Símun Edmundsson. Hann fekk ein skaða í seinastu venjingini undan dystinum móti Malta, og mátti í upphitingini til dystin geva avboð. Hann er farin aftur til týsklands, har hann verður kannaður nærri.
Les eisini: Samrøða við eitt nú Jóan Símun Edmundsson
- Tað gekk fínt at hita upp at byrja við, men tá eg skuldi skjóta, so kendist tað sum ein knívur fór gjøgnum knæið. Tað hevur nokk okkurt við tann gamla skaðan at gera, so har var einki at gera, sigur Jóan Símun Edmundsson um løtuna, tá tað bleiv greitt, at hann ikki kundi spæla alíkavæl.
Hann segði við in.fo í gjár, at hann ikki verður við á ferðini til Rumenia, har Føroyar skulu spæla týskvøldið. Landsliðsvenjari, Lars Olsen, sigur at ongin verður úttikin í staðin fyri toftamannin.










