Jóan Símun ikki heim at spæla

Tann er ósannlíkt, at Jóan Símun Edmundsson verður at finna í føroyskum fótbólti komandi kappingarár.

 

Landsliðsframherjin, sum í gjár spældi sín 21. landsdyst, er aftur komin í hitan í Viking Stavanger, eftir at felagið annars boðaði frá, at hann ikki hevði nakara framtíð í felagnum.

 

21 ára gamli toftamaðurin varð settur í samband við millum annað HB, sum viðgekk, at Jóan Símun var ein áhugaverdur spælari, men at felagið ikki hevði sett seg í samband við hann.

 

Jóan Símun Edmundsson skoraði herfyri í steypakappingini móti Bryne, sum hevur Rógva Baldvinsson á liðnum. Eisini er hann komin inn í dystum í Tippuliguni, sum er fremsta deildin í Noreg.

 

Tað er í løtuni steðgur í norsku kappingini, tí U21 endaspælið er í Ísrael og Noreg er við í kappingini. Tí var Jóan Símun Edmundsson við í flúgvarinum úr Svøríki til Føroyar, men sum skilst, so vil Viking hava Jóan Símun aftur til vikuskiftið.

 

Kappingin í Noreg byrjar aftur um hálva aðru viku.