Jóan Símun Edmundsson kom á máltalvuna, tá Arminia Bielefeld í dag vann 5-2 á útivølli móti SV Wehen Wiesbaden. Føroyski landsliðsspælarin økti til 3-1 stutt fyri hálvleik.
Tað var annars botnliðið í 2. Bundesliguni, SV Wehen Wiesbaden, sum kom á odda longu aftaná fýra minuttir. Tað tók eitt korter hjá Arminia Bielefeld at javna við máli, sum Cebio Soukou skoraði.
Síðani komu trý kend nøvn í Bielefeld á máltalvuna. Fyrst áleyparin, Fabian Klos, síðani Jóan Símun Edmundsson og Andreas Voglsammer, áðrenn Fabian Klos skoraði aftur til 5-2. Har í millum minkaði Manuel Schaffler um munin. Hann bleiv tvímálskjútti fyri heimaliðið, sum liggur aftast við bara einum stigi.
Jóan Símun Edmundsson spældi 87 minuttir. Arminia Bielefeld liggur í løtuni á øðrum plássi í 2. Bundesliguni. VfB Stuttgard liggur nummar eitt, meðan SV Hamburg liggur á triðja plássi og skal spæla í morgin.
Wehen Wiesbaden – Arminia Bielefeld 2-5 (1-3)
1-0 Manuel Schaffler, 4
1-1 Fabia Klos, 20
1-2 Jóan Símun Edmundsson, 43
1-3 Andreas Voglsammer, 52
1-4 Fabian Klos, 52
2-4 Manuel Schaffler, 56
2-5 Fabian Klos, 73










