Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson hava beina kós móti Bundesliguni. Liðið liggur greitt á odda í 2. Bundesliguni. Fimm stig frammanfyri VfB Stuttgart og sjey stig frammanfyri Hamburg SV.
Jóan Símun Edmundsson hevur spælt ein stóran leiklut í hesum kappingarárinum hjá Arminia Bielefeld, men síðani koronasteðgin hevur hann sitið uttanfyri við einum knæskaða, sum eisini ávirkaði landsliðsárið í fjør. Hann er í løtuni í viðgerð og vónar at sleppa á vøllin í hesum kappungarárinum.
- Status er at eri í gongd við uppvenjingarnar, og at tað gongur framá, men at tað er eitt sindur óvist nær eg verið aftur á vøllinum. Eg havi eina vón um tað, men um tað heldur vil tíðin so vísa, sigur Jóan Símun Edmundsson við in.fo.
Arminia Bielefeld spæla í komandi umfari spæla móti 1. FC Nürnberg, sum stríðist fyri at yvirliva í deildini. Dysturin verður leygardagin á døgurða.