Jóan Símun fegnast um málini

Føroyski landsliðsáleyparin skoraði síni fyrstu mál fyri OB í gjár, og tað fegnast hann um

Í gjár var føroyingadystur á Aalborg Stadion, tá ið AAB við Gilla Rólantsson á vinstra bakki tók ímóti OB við Jóan Símuni Edmundssyni, ið spældi á høgra vongi. Sjálvur dysturin endaði við javnleiki, 2-2, men ímillum føroyingarnar kann ongin ivi vera um, at Jóan Símun var stóri vinnarin. Hann skoraði bæði málini hjá OB, og hetta vóru somuleiðis hansara fyrstu mál fyri felagið úr Odense.

 

Eftir dystin var Jóan Símun, ið vanliga spælir sum fremsti maður á okkara landsliði, fegin um egið avrik, men hann hevði væl kunnað hugsað sær, at trý stig komu á kontuna.

 

- Hetta er ordiliga deiligt. Tað er langt síðani, at eg havi spælt ein heilan dyst, og tá ið eg samstundis skori tvey mál, so kundi tað ikki verið nógv betri. Tað er tó eitt sindur beiskt, at vit eftir trý umfør framvegis ikki hava vunnið ein dyst, men tá ið vit eru aftanfyri tvær ferðir, so mugu vit vera nøgdir við javnleik. Eg haldi, at tað er uppiborið, at vit fáa eitt stig í dag, sigur Jóan Símun Edmunsson í samrøðu við heimasíðuna hjá OB.

 

Í gjár spældi Jóan Símun Edmunsson á høgra vongi, men hetta forðaði honum ikki í at vísa málnøs sum ein rættur framherji.

 

- Eg hugsi frameftir óansæð, um eg spæli á vonginum ella í álopinum. Í kvøld var eg á røttum staði í tveimum umførum, og eg fekk nøkur góð upplegg frá liðfeløgunum, segði Jóan Símun at enda í gjár.

 

Eftir trý umfør í donsku Superliguni er OB ájavnt við AC Horsens, ið er felagið hjá Halli Hansson. Bæði feløgini hava tríggjar javnleikir, trý stig og málúrtøkuna 4-4 eftir trý umfør.