Jóan Símun er við í hópinum

Hann er úttikin til Superliga-dyst í annaðkvøld, og hesaferð verður hann ikki sáldaður frá aftur.

Jóan Símun Edmundsson var ikki við í hópinum, tá ið OB sunnudagin vann 6-1 ímóti FC Helsingør. Hann var við í bruttohópinum, men varð sáldaður frá á sjálva dystardegnum.


Føroyski landsliðsleikarin hevur verið ein av profilunum á liðnum, men eftir eitt stríð um sáttmálan slapp hann ikki við liðfeløgunum á venjingarlegu herfyri. Venjarin hevur tó sagt, at hann kappast á jøvnum føti við allar hinar um eitt pláss á liðnum.


Les eisini: Jóan Símun kappast á jøvnum føti við hinar


Nú sleppur Jóan Símun tó aftur í hópin hjá OB. Hann er nevniliga úttikikin til útidystin ímóti FC Nordsjælland í annaðkvøld kl.18.00.


Jóan Símun verður ikki sáldaður frá aftur, tí hesaferð eru 18 og ikki 19 mans í hópinum. Ryan Johnson Laursen og Nicklas Helenius eru skaddir, og tí sleppa teir, sum eru í bruttohópinum hesaferð, allir við í dystarhópin.