Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við norska Viking. Føroyski landsliðsleikarin hevur leingi verið á veg til Viking, men í dag fullu so seinastu tingini upp á pláss. Spælitíð er fremsta orsøkin, at toftamaðurin hevur valt at skifta Newcastle út við Stavanger.
- Eg havi lært nógv í Newcastle og royndirnar har hava gjørt meg sterkan mentalt, men tað hevur ikki eydnast mær at spæla meg inn á fyrsta liðið. Eg ynski ikki at spæla eykaliðs fótbólt og tí valdi eg koma til Viking, sigur Jóan Símun við heimasíðuna hjá Viking.
Felagið er í løtuni á venjingarlegu í La Manga. Jóan Símun fór í morgun til La Manga har bara ein læknakanning skilti partarnar.
- Mær dámar væl Viking og háttin teir spæla fótbólt upp á. Tey hava tikið væl ímóti mær, sigur Jóan Símun víðari.
Føroyski landsliðsmiðverjin, Rógvi Baldvinsson, spælir í norskum fótbólti og hann hevur Jóan Símun eisini ráðført seg við.
- Eg tosaði við Rógva Baldvinsson í Ålgård og hann segði at Viking er at gott felag at fara til. Og tað er eisini mín uppliving higartil, leggur Jóan Símun aftuat.
Jóan Símun Edmundsson og Viking hava gjørt ein tvey ára sáttmála.